Er hetta tað vit vilja?

Tá vit fóru undir
at nýta plastik í gerandisdegnum, varð alt nógv lættari.



Tað varð lættari at goyma matin. Vit keypa plastik. Vit gjalda við plastik. Tað, sum vit keypa,
bera vit heim í plastikposa. Vit lata okkum í plastik. Vit “planta” tað inn í
kroppin. Børnini spæla við plastik. Tað gera vaksin eisini. MEN so vórðu
djórini ílatin plastik.

Tey vórðu fóraði við plastik. Árliga eta vit sjálvi upp
ímóti 11 mill. microplastik. Tey seinastu 50 árini er framleiðslan av plastikki
eksplodera frá at vera 15 mil. tons í 1964 til 348 mil. tons í 2017. Um verandi
nýtsla av plastikki heldur áfram, verður framleiðslan tvífalda um minni enn 20
ár.

Meira enn helvtin av øllum plastikkinum, sum er framleitt, finnst enn í
náttúruni. Í hesi løtu, ímeðan tú lesur hetta, verða umleið 1 mill.
plastikfløskur seldar um allan heimin. Plastikleivdur enda í havinum ymsastaðni
frá.

Ein rapport frá 2016, sum FN’s Miljøprogram og miljøorganisation UNEP
hevur gjørt sigur, at 80% kemur frá virksemi á landi, hini 20% koma frá
virksemi á havinum. Tað skal nokk gerast nógv fyri at koma allari plastdálking
til lívs.

Eitt kundi verið at koyrt pant á øll sløg av plastíløtum. Í dag er
pant á ávísum fløskum. Pantmóttøkur skulu setast upp allastaðni í Føroyum, lætt
atkomuligar fyri øll. Pantprísurin skal hækkast munandi, so tað kann loysa seg
at samla plastikíløt av øllum slag.

Ein og sama pantmóttøkan skal kunna taka
ímóti øllum sløgum av plastikíløtum, so tað slepst undan at fara fleiri støð,
tá hetta skal innleverast. Onkusvegna kundi hetta verði privatsera, so tað
kundi verið livibreyðið hjá onkrum og samstundis ein nýggj vinna.

Eg havi, saman við fleiri, staðið á odda fyri ruddingini á Kongshavn í fleiri ár.

Sí link: https://www.facebook.com/pg/Kongshavnar-Fr%C3%ADt%C3%ADðarsiglarar-1600864080235580/photos/?tab=album&album_id=2079386699049980&__xts__%5B0%5D=68.ARCXp-tgFcaRmPYgIQyJxwUD9PK1bDnMMT8KFNXqbVB-znAXbU5Kv3fXasJG2ai_ZGzTM5GCSN_80F6msRck46SefmiurDMrZljaKN0lPt1XyjNloOnMjixOi9lh-_oAF9D5DmRMoV9O34xS_Ta9xYypWZMuYiUahRm9YZiNa8eITJlWQ54cOYazOlmd5L44qxfFM6cieDZpGkkG09znzmAtnG44gWVOUz14FNMl-T0pSxKMhuNtwlBbEqO6mjRDQBC1X04_B-aaPctWYlMN2hHagNajDFofFhMVmmjbI6eB6KhyI2Ss6GVHVKm7rrXnDSpWCGgLm2AZ3MoBESitPcJ8F2OQ8jZhuFlhczvXpv96i7vVC1n-DUZCectLGFySSwcBtaz1ARERjc0_aTKbeaRzyDJuaOKLlHlRZfceHKPE2fsPmYot4qzfVMestBs1D19wcqnfFld9rZe-bEXx&__tn__=-UC-R



Vel meg til løgtingsvalið 2019, og vit møtast við pantmóttøkuna.

Jonhard Danielsen,
valevnið Fólkafloksins