Enn eru smáttur tøkar í Tinghúsgarðinum

Jólini nærkast í hvørjum, og á jólum verður sum vant gjørt nógv fyri at hugna um í miðbýnum í Havn. Hesi seinnu árini hevur tað verið ein siðvenja, at smáar smáttur hava verið settar upp í Tinghúsgarðinum, og so hevur verið skipað fyri ymiskum jólasølum úr hesum smáttum.


Soleiðis verður eisini í ár, og smátturnar lata upp tann 30. November, ið er dagurin, tá ið stóra jólatræið á Tinghúsvøllinum eisini verður tendrað.


Tórshavnar Kommuna eigur smátturnar, men á jólum verða tær læntar út til fólk ella felagsskapir, ið hava áhuga fyri at hava onkra jólasølu. Enn eru allar smátturnar ikki umbidnar til jólasøluna í ár, og um onkur er áhugaður í at læna eina slíka smáttur, verður viðkomandi biðin um at venda sær til VisitTorshavn.