Endiliga Bogi
Endiliga eru tað onnur í Tórshavnar Býráð, sum hava somu áskoðan, sum eg havi - nevnliga at seta í verk borgarakort til okkara borgarar og skattgjaldarar.
Tað er burturvið, at vit fíggja ferðing hjá ríkum útlendskum ferðafólki, sum koma til Havnar - tað skal hýruvognsvinnan taka sær av. Einki er ókeypis, heldur ikki Bussleiðin, sum er skattafíggjað av skattgjaldarum í Tórshavnar Kommunu.
Við einum borgarakorti verður ásett, hvørjar tænastur okkara borgarar fáa frá kommununi.
Tá eg og Jákup Dam, býráðslimur frá Tjóðveldi, fyri nærum einum ári síðani umrøddu hettar í Dag & Viku, var eingin undirtøka fyri hesum í sitandi samgongu.
Eg taki fult undir við borgarakorti, tað havi eg ført fram, lat okkum avgreiða hettar - tú hevur nú møguleikan Bogi.
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu