Endabrestur í savnsfagnaðinum

Bert tveir dagar eru eftir av Savnsfagnaðinum, sum er opin á fýra søvnum frá kl 11 til 16.


Hópur av børnum og vaksnum hava í heystfrítíðini vitja søvn og upplivað mangt og hvat um vatn í sambandi við, at ST hevur lýst 2013 at vera alheims ár fyri vatn.


Tey vitjandi hava notið pannukøkur og hestaríðing í Útisavninum í Hoyvík, bleikjur og vatnrakettir á Sjósavninum, málað vatnmyndir á Listasavninum og lært um vatngos á Søvnum Landsins í Brekkutúni í Hoyvík, umframt nógv, nógv annað.


Tiltøkini, sum síggjast á SNAR.FO, halda fram í dag og í morgin frá kl 11 til 16.


Útisavnið í Hoyvík, Kúrdalsvegur


Listasavnið í Gundadali


Sjósavnið á Argjum


Tjóðsavnið, Brekkutún 6 í Hoyvík


Skrá yvir Savnsfagnaðin á Snar:http://www.snar.fo/savnsfagnadur