Elisabeth skal bera vatnið

Tá Oyggjaleikir verða settir, hevur hvør oyggj vatn við. Elisabeth Erlendsdóttir skal bera føroyska vatnið.

Solby Christiansdóttir

Í Føroyum hevur siðvenja verið at yngsta ítróttarfólkið ber vatnið. 

Til hesar leikirnir er svimjarin, Elisabeth Erlendsdóttir, yngsta ítróttarfólkið, umboðandi Føroyar, og tí fær hon heiðurin at bera vatnið til Oyggjaleikasetanina.

Sí upptøku her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2019/06/27/oyl19vatn?fbclid=IwAR0cQFZZ7WCzWP2Ra2qt5VVLz7bN2I_HkIIaZFIHxgj29MHz84ItM3MawVg

Kringvarpið tók upp, tá Elisabeth Erlendsdóttir fylti
vatn í fløskuna.