Elinborg Simonsen, 90 ár

Hugnalig samkoma var á Ellisheiminum fyrrapartin, nú Elinborg Simosen verður 90 ár í dag, 1. februar.


Elinborg Simonsen er dóttur Símun Simonsen og Juliannu Simonsen. Símun var lærari í Nólsoy, og Julianna var ljósmóðir.


Elinborg búði alla sína tíð Norðuri í Stong í Nólsoy, áðrenn hon flutti á Ellisheimið fyri trimum árum síðani. Har luttók hon í dagliga arbeiðinum heima og úti.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti á, at tað var nakað serligt at búgva Norðuri í Stong undir krígnum, tí tað var eitt av teimum fáu húsunum, sum høvdu útvarp.


- Fólk komu Norður í Stong at frætta tíðindir og hvat hendi úti í tí stóru verð, greiddi borgarstjórin frá.


Elinborg hevur eisini arbeitt við at pakka saltfisk, og seinnu árini vaskaði hon á flakavirkinum á Klyvum. Umframt tað, hevur hon altíð gjørt nógv til hendurnar, broderað, heklað og bundið, til stóra gleði fyri síni nærmastu.