Eldsálir innan eldraøkið lata stórfingna gávu til Smæruna

Enn einaferð hevur Áhugabólkurin fyri Eldri í Norðoyggjum latið eina gávu til frama fyri tey eldru í Norðoyggjum – hesaferð er talan um eina gávu fyri meir enn 50.000 kr. til ”Smæruna - Ven og Virka”.


Hósdagin 21. juni 2012 hitti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sosialnevndarforkvinna, umboð fyri Áhugabólkin í Norðoyggjum og starvsfólk í Smæruni - Ven og Virka.


Tað eru eitt nú Kala Lómaklett, forkvinna, Gerda Arge, Maria Klein og Amalia Hansen, sum manna áhugabólkin, ið síðani 1998 hevur verið virkin við ymiskum tiltøkum fyri at savna inn pening. Av tiltøkum kunnu nevnast m.a. loppumarknaður, køkutombola, eldrahugni úti í Grøv, fyrilestur við Johannes Møllehave og tiltøk í Smæruni.


Peningurin, ið verður innsavnaður, verður brúktur innan eldraøkið, og í hesum føri hevur Áhugabólkurin latið stóra gávu til Smæruna. Talan er um 3 sera snotulig borð, bestikk til 100 persónar og ymiskt køksbúnýti. Virðið av gávuni er omanfyri kr. 50.000,-


Alt virksemið hjá Áhugabólkinum fyri Eldri verður framt sjálvboðið av kvinnum, ið vilja geva teimum eldru í lokaløkinum betri umstøður og møguleikar at trívast – tað er tí ikki av leið at staðfesta, at tær, ið mynda henda áhugabólk, eru eldsálir, men sjálvar leggja tær dent á, at teirra arbeiði bert er gjørligt við góðari hjálp og stuðli frá fólki í Klaksvík og Norðoyggjum.


Ein søguligur áhugabólkur


Tað var ikki av tilvild, men hevði sína orsøk, at Áhugabólkurin fyri Eldri hitti sosialnevndarforkvinnuna júst í Smæruni. Søgan um Áhugabólkin fyri Eldri, ið er rættiliga drúgv, hevur nevniliga sína byrjan á tí staði, sum nú verður nevnt ”á Heygnum”, har Sambýlið og Smæran halda til.


Søgan byrjar longu í 1949, tá ið basarur var í býnum fyri at savna pening til at byggja eitt ellisheim. Jóhannes á Heygnum, abbi Gerdu Arge, sum er ein av limunum í áhugabólkinum, lat tá grundstykkið, har Sambýlið á Heygnum og eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku eru bygdar, og har Smæran eisini húsast. Hóast drúgv tíð gekk, áðrenn verkætlanin undir Kráarbrekku í 2003 stóð klár at taka í brúk, so fegnast áhugabólkurin um, at tann í 1949 innsavnaði peningurin at enda varð brúktur til ætlaða endamálið.


Í løtuni verður arbeitt við at útbyggja Smæruna, og eisini her er Áhugabólkurin fyri Eldri virkin.


Í samband við at tað í ár er eldraár, skipar bólkurin fyri hugnaløtu saman við bólkinum ”De Gamles Venner”. Tiltakið verður 1. august 2012 antin í Smæruni ella úti í Grøv – tað veldst um veðrið. Sum skilst, verður hetta neyvan síðsta tiltakið í ár, tí tosað verður um enn eitt tiltak til heystar.