Eldrarøktin í undantaksstøðu

Í kvøld klokkan 19.30 skipar Eldramálið fyri almennum fundi í kantinuni í Løkshøll um støðuna í eldrarøktini. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt


Tíðindaskriv


Í løtuni er at kalla undantaksstøða í eldrarøktini. Starvsfólkini mugu renna skjótari og skjótari, tey eldru eru ørkymlað og tey avvarðandi hjálparleys.


Alt hetta verður varpað ljós á í Løkshøll í kvøld, har Eldramálið skipar fyri almennum fundi.


Skráin fyri fundin:


1 Rúna Sivertsen bjóðar vælkomin og tosar sum avvarðandi hjá heimabúgvandi


2. Johild Finnsson, starvsfólk á Heiminum á Mýrunum


3. Olga Magnussen, avvarðandi hjá eldri við minnisbreki


4. Elin á Torkilsheyggi, stýrisforkvinna, lesur upp mótmælisskriv.


5. Tóra Tórgarð, avvarðandi, um hvussu hon sær støðuna hjá starvsfólkunum


Orðaskifti


Torkil Skála, nevndarlimur, byrjar orðaskiftið.


Eftir fundin verður ein drekkamuður at fáa.


Á fundinum verður eisini møguleiki at tekna seg sum lim í felagnum. Fólk kunnu eisini skriva til eldramal@gmail.com


Fundurin verður í kantinuni í Løkshøll kl. 19.30. Eldramálið heitir á øll við hjarta fyri eldrarøktini um at møta á fundinum.