Eldraráðið skipað seg

Á fundi í vikuni hevði nývalda eldraráðið í Klaksvíkar Kommunu sín fyrsta fund, har ráðið skipaði seg við Mariu Olsen sum forkvinnu og Kalu Lómaklett sum næstforkvinnu.


Mánamorgunin 7. mai 2012 hevði nývalda eldraráðið í Klaksvíkar Kommunu sín fyrsta fund, har skipan av ráðnum og arbeiðnum annars var høvuðsevnið á fundinum.


Á fundinum, sum var í býráðshúsinum, heilsaði eldraráðið eisini upp á Gunvá við Keldu, borgarstjóra, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinnu í Sosialu Nevnd býráðsins.


Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og greiddi frá gongdini í málinum um at seta eitt Eldraráð, og greiddi sosialnevndarforkvinnan síðani frá endamálinum hjá eldraráð.


Bæði Gunvá og Elsebeth løgdu dent á ta góða samstarv, sum í mong ár hevur verið við Eldrabólkin í Norðoyggjum, og sum tær báðar vóru sera takksamar fyri, har Eldrabólkurin hevur verið ein virkin partur av teimum loysnum, sum eru komnar í Norðoyggjum á eldraøkinum. Her kann nevnast, at tvær av kvinnunum, sum nú eru valdar í elraráðið, Kala Lómaklett og Gerda Absalonsen, eisini sita í Eldrabólkinum


var skipan av Eldraráðnum á skránni, har limirnir valdu forkvinnu, næstforkvinnu, kassameistara og skrivara.


Nevndin skipaði seg soleiðis:


Maria Olsen, forkvinna


Kala Lómaklett, næstforkvinna


Gerda Absalonsen, skrivari


Marita Matras, kassameistari


Hasla Olsen, nevndarlimur


Anna Maria Joensen, fulltrúi á Sosialu Deild býráðsins, er skrivstovuhjálp hjá Eldraráðnum, og greiddi hon eitt sindur frá uppgávuni hjá Eldraráðnum, hvørjar heimildir ráðið hevur og teimum formligu viðurskiftunum annars.


At enda á fundinum var umrøða av eldraøkinum, hvussu tað sær út í dag, og hvørjir tankar eru um møguleikar, og hvat er ynskiligt fyri framtíðina.


Kelda: www.klaksvik.fo