Eldrabústovnar fáa nú neyðstreymsskipanir

- Vit gera nú eina ætlan og raðfesting av, hvussu vit fáa sett upp neyðstreymsskipanir á øllum okkara heimum og stovnum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

- Byrjað verður á Boðanesheiminum, har arbeiðið verður sett í gongd beinanvegin, meðan ein ætlan fyri hinar bygningarnar verður gjørd, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Streymslit
Ikki er tað so ofta longur, men meðan ógvusligu jólaódnirnar herjaðu fyri kortum vóru fleiri streymslit, ið løgdu landið myrkt.

Hetta rakti eisini fleiri av eldrabústovnunum hjá Tórshavnar kommunu. Bert á teimum heimum, har neyðstreymsskipan er sett upp, var ljós og hiti.

Men fleiri eldrabústovnar lógu í myrkri í fleiri tímar. Hetta skapar sum vera man stóran ótryggleika bæði fyri húsfólkini, starvsfólkini og tey avvarðandi.

Tryggleiki
Á eldrabústovnum eru í dag hópin av elriknum hjálpitólum og tekniskum bygningsskipanum, sum altíð skulu virka.

Tað er á ongan hátt trygt, um húsfólk ikki kunnu fáa ta hjálp, sum elrikin hjálpitól geva teimum, og tað er á ongan hátt trygt, um starsvsfólk skulu leita eftir óhjálpnum húsfólkum í bølaniðu.

- Tryggleikin skal setast í hásætið, og kommunan hevur tí sett sær fyri, at hetta skal ikki henda aftur, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.