Ektaður gøtutónleikur úr New Orleans
The Hot 8 Brass Band koma á G! Festival við ektaðum New Orleans gøtutónleiki - sum er andborin av eitt nú legendunum Louis Armstrong og Fats Domino.
The Hot 8 Brass Band spæla og marsjera við einum villum, men snøggum vavstri av jazzi, funk og hip hop. Teir spæla og marsjera, tí tað er tað, sum lívið bað teir um. Søgan um The Hot 8 er ein klassisk søga, har sorgarleikurin og kærleikin til heimbýin, grannalagið og vinirnar vinnur á ósigandi mótgongd.
Ikki færri enn tríggir úr orkestrinum eru myrdir, meðan tann fjórði - trompetleikarin Terrell “Burger” Batiste - misti beinið í eini ferðsluvanlukku. Saknurin, tapini og mótgongdin hava hótt bólkin, men stóra katastrofan Hurricane Katrina hevði við sær at bólkurin helt áfram.
Tí, tá støðan var ringast í New Orleans var tónleikurin savningarmegin, sum eggjaði The Hot 8 Brass Band og íbúgvunum at byggja samfelagið og býin uppaftur.
Við tónleikinum og marsjinum heiðra The Hot 8 Brass Band falnu vinunum, meðan teir saman við hinum í New Orleans ferðast inn í eina bjartari framtíð.
G! Festivalurin
Leinkjur:
“Incendiary” – 4 STARS - THE OBSERVER / “Irresistible” – 4 STARS – MOJO
“This is awesome!” - GUY GARVEY (BBC 6MUSIC/ELBOW) / “Undiluted nourishment for the soul” – THE BIG ISSUE / “One of the years finest albums” - 5 STARS - SONGLINES