Eivør! SEGL er prógv um eina búnaða tónleikaferð

Tað er sjálvsagt, at eg mátti ogna mær útgávuna SEGL, tí tað er sanniliga eisini fyri meg nakað serligt, tí eg havi fylgt henni allan vegin.

Havi í nøkrum umførum eisini skrivað um hana og hennara avrik, sum hevur verið ein ferð, ið bara er vaksin hesi 20 árini.

Eivør er gjørd úr einum tilfari, sum er serliga egið og miðvíst, so tí havi eg altíð hildið hana kunna náa tí, hon setti sær fyri.

Eg trúgvi tí ikki heilt, tá hon varð spurd, um hon hevði roknað við at koma so langt, tí Eivør hevur evnini til at koma har hon er.

Tá eg setti meg at lurta eftir SEGL fekk eg hesa kensluna av vilja, og at hon vil staðfesta júst hesa miðvísu ætlanina um, at hon kann koma har hon ætlar sær!

Útgávan er meira ein staðfesting um eina menning, tí sjangran er ikki so nógv øðrvísi, men heldur eru komnar nakrar effektir og eitt frálíkt upptøkuarbeiði, ið gevur mær eina upplivandi og njótandi ljóðmynd í serflokki!

Vit kunnu millum annað taka sangin Truth, har tey hegnisliga hava fingið nakrar bakgrundsrøddir, sum hóska sera væl inn í samlaðu ljóðmyndina.

Tað er ikki at taka seg aftur í, at røddin hjá Eivør ongantíð hevur staðið sterkari, tí hon hevur hesa følingina við, sum hon hevur lært upp gjøgnum árini.

Mær vitandi hevur hon ikki fingið stórvegis skipaða frálæru innan sangin, so nógv er nokk sjálvlært og sigur nakað um, at hon ikki bara hevur eina frálíka rødd, men hevur eisini musikalitetin, sum gevur serliga hesa kensluna av tempo og variatión – serliga, at hoyra í lagnum This City.

Stórt hegni skal til at fáa ein so perfektan sound, tí, sum eg havi nevnt, er størsta upplivingin, at latið er upp fyri eini rúmligari og serligari rúmd, har eg føldi meg inni í ljóðmyndini og kundi njóta!

Hon hevur fingið frálíkar tónleikarar við sær, sum eisini fáa ljóðmyndina og tað heila at fara upp í eina hægri eind!

Tað serliga eru eisini hesar heilt smáa effektirnar, sum ein ofta ikki hoyrir so nógv til, men á SEGL er lagdur sera stórur dentur á júst hesar!

Eg slapp á eina frálíka ferð við Eivør og teimum, so frá mær fær SEGL fult stjørnutal!

Fríðálvur A. Jensen