Eitt vikuskifti. Fjøruti tiltøk. Bøkur og upplivingar í túsundatali

Bókadagar í Norðurlandahúsinum 26. og 27. november. 

Í døgunum 26. og 27. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar  – alt við støði í skrivaða orðinum. Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.

Fríggjakvøldið 25. November kl. 20.00 verður off-venue tiltak í samband við bókadagarnar í Norðurlandahúsinum í kaféini á Hotel Havn, Dr. Jacobsensgøta 16. Á tiltakinum verður upplestur og tónleikur við m.ø. Vónbjørt Vang, Trygva Danielsen, Jákupi á Lakjuni, Steintóri Rasmussen, Arnbirni Ólavsyni Dalsgaard, Leu Kampmann, Oddfríða Marna Rasmussen, Heðin M. Klein, Daniellu Andreasen, Flóvini Viderø, Marjuni Syderbø Kjelnæs, Sólruni Michelsen og Kim Simonsen. 

https://www.facebook.com/bokadagar/