Eitt vælvirkandi samferðslukervi og menning av Strandfaraskipum Landsins

Í Samferðslumálaráðnum verður miðað eftir at fremja hesi tiltøk innan rakstur og íløgur viðvíkjandi samferðsluna og strandferðsluna: 

Samferðslan
Eitt væl útbygt og vælvirkandi samferðslukervi er ein fyritreyt fyri menning og trivnaði í Føroyum.

Tískil er farið undir at dagføra samferðsluætlanina, sum er galdandi frá 2019 til 2029. Játtaðar verða 400 mió. kr. til almenna partafelagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar. Í 2019 verður játtanin 35 mió. kr., og síðani verður árliga játtanin 50 mió. kr. í fimm fylgjandi ár.

Arbeiðið við Eysturoyartunlinum gongur eftir ætlan, og liðugt verður at bora í maj 2019. Tunnilin verður tikin í nýtslu í 2020, og hetta er Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sera fegin um. Afturat hesum er arbeiðið at gera ein Sandoyartunnil byrjað, og væntandi verður hesin tunnil liðugur í 2023. Sandoyartunnilin verður 10,8 km. langur og verður harvið longsti tunnil í Føroyum. Ferðingin millum Streymoynna og Sandoynna verður tá munandi stytt.

Eisini fer arbeiðið at byggja ein nýggjan Hvalbiartunnil at byrja í 2019, og fer nýggi tunnilin at gera farleiðina til og frá Hvalba meira tíðarhóskandi. Afturat hesum er ætlanin, at tað verður koyrandi til Dals um fýra ár, treytað av at nøktandi játtan fæst til endamálið. Her er talan um ein 2.200 metra langan og 8 metur breiðan tunnil, ið fer at gera farleiðina hjá Dalbingum munandi lættari enn í dag. Fyrireikingararbeiðið av Suðuroyartunlinum er eisini byrjað, og ein niðurstøða um arbeiðið verður klár 1. juni í ár.

Strandferðslan
Strandfaraskip Landsins hava eina stóra ábyrgd í tí føroyska samfelagnum.
Stovnurin skal lúka landsins tørv á fólka- og farmaflutningi, og tí leggur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, dent á, at tað støðugt skal arbeiðast við at betra um tænastustøðið og umstøðurnar hjá stovninum.

Eisini er neyðugt at fara undir eina tilgongd at endurnýggja verandi ferjuflota hjá Strandfaraskipum Landsins. Sum dømi lúka føroysku ferjurnar ikki dagsins krøv til ferðamannaskip. Tískil metir Heðin Mortensen, landsstýrismaður, at tað er stórur tørvur á at gera nakað við hendan trupulleikan.

Hóast hetta, verður roynt at betra um tænastustøðið og umstøðurnar. Eitt dømi um tað er, at ein bátur júst er keyptur til at sigla á Hest-og Koltursleiðini. Afturat hesum verður eitt avloysaraskip bygt til Strandfaraskip Landsins, sum kann røkja allar farleiðir í Føroyum uttan Suðuroyarfarleiðina. Skipið verður eftir ætlan liðugt um eitt ár. Við hesum avloysaraskipinum verður stovnurin førur fyri at veita eina enn betri tænastu, hvat túratali, trygd, hentleika og grønari rakstri viðvíkur. Báturin fer at ganga 20 míl við ferðafólki og kann bæði sigla upp á ravmagn og gassolju. 96 ferðafólk og 3 persónbilar ella 1 stórur bilur rúmast umborð á skipinum.