Eitt mark átti at verið fyri politiskum frekleika

Rigmor Rasmussen  skrivar á Vágaportalinum tann 5. sep. m.a.:


Fólkafloksins umboð á Fólkatingi vil tryggja okkara sjúklingum frítt sjúkrahúsval úti í heimi. Sjúklingurin eigur at hava møguleika at velja sjúkrahúsviðgerð bæði innan og uttan fyri ríkisfelagsskapin............................


 


Peningurin, ið skal gjaldast fyri viðgerð av einum sjúklingi eigur at fylgja sjúklinginum heldur enn sjúkrahúsinum. Sjúklingurin eigur at hava møguleika at velja sjúkrahúsviðgerð bæði innan og uttan fyri ríkisfelagsskapin og harvið geva vit okkara sjúklingum vissu fyri, at tey kunnu velja bestu viðgerð..........


 


Loyvi mær í hesum sambandið at spyrja RR, hvønn pening talan er um


 


Eru tað teir somu peningarnir, sum fólkaflokkurin longu hevur givið teimum vælbjargaðu í skattalætta, og sum  m.a. hevur  viðført, at nógv sjúk als ikki sleppa av landinum til viðgerðar restina av árinum. Meðan brekað mugu bíðja í upp til 2 ár eftir at fáa neyðuga viðgerð.


 


Ljótt er at taka frá teimum, ið størsta tørvin hava, men enn ljótari er, tá somu fólk , ið illgerðirnar hava framt, í samband við stemmufiskarí, traðka fram á pall og geva seg út fyri at vera tey, ið tey sviknu og teirra næstringar kunnu líta á.


 


Eitt mark átti at verið fyri politiskum frekleika.


 


Dagfinnur Danbjørg.