Eitt fet til vinstru fyri lygnini



Heini í Skorini, SvF serfrøðingur í uttanríkismálum, skrivaði grein í Weekendavisen, 4. September 2015, sum er spælikamarið hjá vinstravonginum í Danmark, um føroyska valið, sum borgarliga samgongan samgongan tapti, hóast stóra framgongd í búskapinum. 

Dan Klein, 
journalistur, 
greinar og 
ummælir:

Greinin hevur staðið í Oyggjatíðindum í september 2015:

Hann vísir á, at vinstravongurin vann maktina, og tey homoseksuelle bíða í spenningi, meðan sjálvstýrisflokkarnir fara at krevja sítt í einum samgonguskjalið, skrivar maðurin, sum retoriskt tó hongur í leysum lofti, og ger nakrar frá KvF, vælkendar metingar um veljarakanningar, ið ikki hildu, og um Gammeltoft-kanningina, sum sløkti vónina hjá løgmanni, at fáa politisku gardinurnar uppaftur.

Heini í Skorini, reflekterar yvir flatskattin, og for-skatting av pensjónum, og vísir á, at fólk úr fíggjarheiminum hava funnist at leistinum, men gloymir at siga, at stóru andstøðuflokkarnir, sum vunnu valið, ikki vilja rulla hendan leistin aftur, og at orsøkin er, at teirra egnu veljarar hava notið gott av flatskattinum.

Men so kemur hann til kanningina hjá Gammeltoft, sum hann sigur kom til ta niðurstøðu, at løgmaður hevði logið fyri løgtinginum.

Men aftur her er maðurin ikki førur fyri at siga sannleikan, tí SvF, sum er arbeiðsgevari hansara, leyg hesa somu kanningina í gongd, sum mest av øllum mintist um motorin í maskinbátinum, ið ikki vildi í “starta”, og tí mátti motorurin vindast í gongd við handamegi, og tá gekk sum oftast at fáa neistan og tendriproppin, at samstarva.

Og tað riggaði. 

Lygnin um ólógligu break-fee avtaluna førdi til kanningina, sum staðfesti, at break-fee avtalan als ikki var ólóglig, men ólukkutíð, trúði løgmaður fast og fult uppá lygnina, og tí vardi seg við, at hann ikki kundi funnið uppá at gjørt hasa avtaluna, og haps, so hekk hann á flugupappírinum, sum andstøðan, ið nú vann valið, hevði sett upp, saman við KvF.

Var kanningarstjórin nærlagdur so fann hann útav samanhanginum, men ivasamt er um hann vildi hava nakað annað úrslit, tí Kaj Leo Holm Johannesen, hevði traðkað so hart á tærnar hjá dønum, at hann var svartlistaður í somu løtu, hann fór til Russland fyri at røkja føroysk áhugamál.

Men so langt rakk Heini í Skorini ikki. Kanska er orsøkin einføld tann, at maðurin ikki evnar at skræða filtrini burtur og hugsað sjálvstøðugt. Tað er líkasum lættari, at onkur annar setir skeiðina í greytin, og so bara seta seg afturá og nýta, at verða fóðraður av øðrum, tí tað er so strævið at hava egnar meiningar, serliga tá tær skulu sameinast og góðkennast av einum sterkum klan-høpi.

Undir yvirskriftini “Lespisk stemmesluger”, viðgerð Heini í Skorini, Sonju og LGBT, men torur ella dugur heldur ikki her at gera sínar metingar um, hví tey homoseksuellu knappliga fingu vindin undir skjúrtið, og gleivaðu fleiri ár fram fyri at yvirhála borgarligu uppfatanina av teirra seksualiteti, sum vinstravongurin hevði tikið til sín.

At hjálpa sær hevur LGBT havt journalistar, serliga í KvF, Sosialinum og úr Dimmalætting. At hetta kostaði Dimmalætting lívið, sum mistið fleiri hundrað haldarar dagliga, til ongin var eftir úr føroyska Bíbliubeltinum, steðgaði ikki herferðini, tí journalistarnir hildu bara fram í KvF, og aðrastaðir, og nú hava flokkar í síni stevnu, at broyta hjúnarbandslógina, men undrunarvert er tað kortini, at hendan samgongan ikki torir at royna hetta prinsipiella mál við einari fólkaatkvøðu, men velur at trýsta málið í gjøgnum løgtingið.

Tá greinin hjá Heina í Skorini verður lisin, kann ikki umgangast, at hugsa, at maðurin má renna ørindir fyri hini, ella eisini, at hann evnar ikki at reflektera og gera sínar egnu niðurstøður.

NATO provokeraði við russiska markið
Hesin “serfrøðingurin” hjá SvF í uttanríkismálum, ber í veruleikanum í bøtuflaka fyri donsku støðuni í ES-boykottinum, og tosar um “Danmarks vanskelige balancegang” og, at Danmark “ganske vist stemte imod boykotten, men var alligevel forpligtet til at følge EUs linje.” ??!!

Og so kom søgan um sakirnar, sum Føroyar reistu í móti ES yvirfyri FN og WTO, sum endaði við, at ES fór á knøini, og Føroyar fingu viðhald og stórt sæð tær kvotur, sum hildið var fast um, men Heini í Skorini fær tað til, at nógv meira av sild og makreli var at síggja í føroyskum sjógvi enn fyrr hildið.

Men okkurt skuldi umberingin eita, men so langt hugsaði Heini í Skorini ikki. Antin tí hann ikki hevði evnini, ella tí ongin hevði givið honum loyvi at hugsa, og so er best at tiga tá avmálda skotriðan er farin úr “bøssini”.

Og so er tað so sera áhugavert, at “serfrøðingurin” dregur spentu støðuna í Ukraine upp í, og sigur, at kríggið á Krim, og “den eskalerende krise mellem Rusland og EU tester rigsfællesskabets samlingskraft”, og nevnir Russiska boykottið av matvørum úr EU.

Hann evnar ikki, at reflektera yvir, at ES og NATO, gjøgnum Ukraina, nú stóu so nær Russiska markinum, at vestliga hernaðarsamgongan bara við at nýta ein krúpuhjallara, kundi standa á russiskari jørð, og tað fekk Putin at taka Krim-kortið fram. Slíka provokatión vildi hann ikki finna seg í. Krim, sum hevði verið russiskt, gjørdist aftur russisk, rætt og slætt av verjupolitiskum orsøkum.

Hvat vildu vit onnur gjørt um fíggindin sníkti seg inn á okkum gjøgnum urtagarðin hjá einum granna, sum hesin hevði lovað at hjálpa humanitert og búskaparliga, men hevði í veruleikanum heilt aðra dagsskrá?

Heini evnaði ikki at krógva donsku øðina
Russiska boykottið rakti eisini Noreg og Ísland, meðan Føroyar gingu fríar. Hetta førdi eisini til, at føroyski útflutningurin øktist munandi av laksi, sild og makreli.

Hóast Føroyar onki galið hevði gjørt við handilsavtaluni, so lýsir Heini í Skorini gjølla donsku tankarnar hjá táverandi danska uttanríkismálaráðharranum, Martini Lidegaard; maðurin við djúpu røddini, sum gevur kenslu av, at úlvurin í hálsinum er ein forðing fyri at skilja hann, sum tó ikki lat nakran iva vera um, at føroyingar skuldu ikki freistast at útnytta eina kreppustøðu hjá ES, og at hann væntaði loyalitet frá føroyskari síðu, hvat tað so merkir í hasi støðuni, tí føroyingar tryggjaðu sær bara at gera ein handilssáttmála fyri at yvirliva, sum fólk, sum tjóð.

Kortini var tað skilligt, at danir ikki heilsaðu løgmanni hjartaliga við avtaluni, og so fingu vit hana sum Sjúrða Skaale, segði um, at Kaj Leo Holm Johannesen: “distancerer Færøerne frá NATO, EU og den øvrige vestlige verden”, tó at føroyringar søgdu seg onki hava at gera við kreppuna millum Rusland og ES. Talan var bara um praktiskan samhandil millum londini.

Men Sjúrði so líkt, so “klókaði” hann seg eisini uppá, at Kaj Leo Holm Johannesen, gjørdi rætt við við russisku avtaluni. Hann er heldur ikki fyri onki kendur fyri at tosa við “uld i mund”, og er eisini kendur fyri nógvu royndirnar í bakakynstrinum, at blása við mjøl í munninum, sum hatta raska tó ikki heilt hevur fingið uppá pláss eftir parolluni, “ungur nemur, gamal fremur”.

Hvør fóðrar Skoradreingin, og hvønn rennir hann maraton fyri
Hvør annar fórðar Heina í Skorini, og hvønn hesin rennur maraton fyri, kunnu fólk gera sær sína fatan av, tí hann nýtir hugtakið “ondskabens akse”, og brúkar her retorikkin hjá George Busch, amerikanska forsetanum, sum lokkaði danir at fara í kríggj, uttan neyðuga samtykt í trygdarráðnum hjá ST. 

Undanfarna danska stjórnin setti eina kanning av hesum umstøðum, men hendan danska stjórnin, sum nú situr, sat eisini við forsetanum, tá danir fóru í kríggj uttan ST samtyktina, og hevur nú avtikið kanningina, og harvið skal allur sannleikin ikki í ljósmála.

Afturfyri fingu danir fýra ár í toppinum av hernaðarsamgonguni, NATO, og tað “forpliktar” vanliga ikki føroyingar, men vísir Heini í Skorini í veruleikanum ikki eina aðra mynd?!

Tað skuldi eisini vísa seg, at aftur her var lygnin eitt vápn og tá tað verður brúkt í stórpolitiskum samanhangi, er tað ikki so óskiljandi, at Gammeltoft-kanningin byrjaði við lygnini hjá Andstøðuni, sum so var tikin uppaftur, og uppaftur av KvF, og lygnin er tískil søgd so oftani, at persónar, sum Heini í Skorini, halda lygnina vera einasta sannleika.

Andstøðu lygnin, altjóða lygnin, “ondskabens akse” og “Slyngelstaderne
“Serfrøðingurin” letur ongan iva vera um, at tað, sum byrjaði, sum ein lygn frá andstøðuni, - Gammeltoft-kanningin, var orsøkin til, at Kaj Leo Holm Johannesen, persónliga tapti valið, tó at hann fekk 601 persónligar atkvøður, og at flokkurin, hóast lygnina, og grova ágangin frá SvF og sínum egna baklandi, gott kundi sigast at hava fingið eitt toluligt val.

Sjálvandi kann maðurin í Skorini, ikki lata vera við heldur, at nevna handilsavtaluna hjá løgmanni við Turkaland og nevndir eisini Erdogan, og setir tað so saman við eini avtalu millum Turkaland og IS um umbýti av fangum. Herímillum einum fanga, sum illgruni var um, hevði gjørt seg inn á danska Islam-atfinnaranum, Lars Hedegaard, og sum danir tí vildu hava fatur í??!!

Men hvat hendir í veruleikanum her, Heini í Skorini?!

Og rættiliga skaðafróður er Heini í Skorini, eisini, tá hann haraftrat refererar til danska uttanríkismálaráðið hjá Lidegaard, sum hann sigur, skemtaði sær við at siga, at tók Kaj Leo Holm Johannesen, ikki telefonina, so var orsøkin tann, at hann helst var onkustaðnar í “ondskabens akse” sum George Busch, nýtti sum felagsheitið fyri tey lond, sum hann kallaði “Slyngelstader”.

Hvar kom nú hatta eisini frá, Heini í Skorini?! Er hetta ikki høm/høm í egið reiður, og hvar kemur knappliga handan trongdin frá, at niðurgera royndina hjá føroyingum at vinna landi og fólki handilsavtalur við onnur lond?!

Og so kemur salutturin frá dønum gjøgnum hendan óhefta serfrøðingin: “Efter nederlaget har lagmand Kaj Leo Holm Johannesen sansynligvis besøgt onskabens akse for sidste gang” ??!!

Budingurin, sum ikki vildi hanga á vegginum í blika logn á einum tíggju-tumma seymi
Greinin í Weekendavisen, endaði sostatt eitt fet til vinstru fyri lygnina um lógarbrotið, sum bara var eitt fatermorgana, men ríkiligt, at vinna løgtingsvalið, sum ongantíð bygdi á sakligan journalistikk, og tíans heldur á eitt sakligt valstríð, ið heldur ikki endaði, sum annað enn budingur á vegginum, ið ikki so frægt, sum kundi hanga í blika logn á einum tíggju-tumma seymi, í annars penari danskari stovu í Whiskey-beltinum, ein gráan seinsummardag í 2015.

Men tá maktin sigur, at sólin skínur, so skínur sólin líka so bjørt í oysandi regni, sum danir hava viðvind á hjólhestabreytini, bara teir ansa eftir høgrasvinginum frá hestavogninum hjá svirrandi og skinklandi Tuborg-ryssuni. Tað er eingin slingur í valsinum í dansk/týsku embætisstættini, sum hevur sett seg á sannleikan og fólkaræði , og harvið eisini á fleskið, sum sjálvsagt eisini smyr hjólini hjá teimum røttu...

“Man sætter vel en stor ære i gamle danske/tyske ”dyder” om dannelse af småfolket ude i det nordatlantiske ” …