Eitt ár í Føroyum – sig okkara felagssøgu í myndum

Tað ýður í myndum og hvør einasta sigur sína søgu.



Hvat hevði hent, um vit savnaðu eina ørgrynnu av myndum – tiknar
í Føroyum í eitt ár – og lótu tær siga, hvør sína søgu og eina stóra samlaða
søgu?



Tað fer Norðurlandahúsið at gera á summarframsýningini 2017.
Men felagsarbeiðið fer í gongd longu flaggdagin. Framsýningin skal eita ”Eitt
ár í Føroyum” og við verða myndir tiknar millum flaggdagarnar 2016 og 2017.



Vit bjóða øllum at verða við, sum hava hug at siga sína egnu
søgu ella okkara felags samtíðarsøgu við myndum. Hvat hendir í Føroyum í eitt
ár? Hvat gera vit? Hvat frøast vit um, hvørjum stúra vit fyri? Natúra og
mentan, børn og djór, gerandisdagur og høgtíðsdagur, politikkur og átrúnaður,
býlív, bygdalív og sjómanslív, veður og vindur, familjulív og arbeiðslív. Og
alt tað, sum vit ikki kunnu seta orð á. Hvør einasta mynd er vælkomin.



Ein metingarnevnd velur millum alla innkomnu myndirnar,
hvørjar skulu við á framsýningina, sum vit ætla skal vera størsta
fotoframsýning í søguni – í Føroyum. Aftaná verða myndirnar útgivnar í bók, sum
ein myndabók um okkara samtíðarsøgu.



Myndirnar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 26.
apríl 2017 kl. 12.00.



Hvør mynd skal verða í minsta lagi 4 MB. Heitið á myndini
skal vera navnið á fotografinum, umframt stað og dagfesting, tá myndin er
tikin.



Hvør fotografur kann í mesta lagi senda 10 myndir inn – og
tær skulu sendast til: foto@nlh.fo

Inger Smærup Sørensen