Eirikur Lindenskov og hini tagdu, tá landskassin betalti fyri at sekkja stjóra

Gott avdúkandi og Gamalt: Herfyri varð ein sera ivasom veljarakanning almannakunngjørd av SOS-ialinum, sum enn kemur út, hóast tyngdur í sjónum við 20 milliónum. Vit uppliva hvussu blaðið roynir seg við løttum undirhaldi, sum tó ikki vildi verið borðbært, sum partur av ólavsøkukabarettuni, og blaðið evnar heldur ikki at lýsa samfelagsviðurskiftir av týdningi, og klárar ikki at halda seg til sakligar politiskar metingar, tá tað er neyðugt at vera væl við skipaðar bólkar fyri at yvirliva. Hendan samfelagsmetingin avdúkar hvussu Einglapressan í veruleikanum arbeiðir.



Samfelagsgreining:


Dan Klein, journalistur, skrivar:


Hóast veljarakanningar ikki eru petti eftirfarandi, hevur Einglapressan lyndi til at bera kanningar fram, sum einasti sannleikin sum eina politiska støðumynd. Kanningin, sum Sossurin bar út um geilar herfyri, var onki undantak, og samhugaðu gribbarnir vóru ikki seinnir, at fylla sjálvstýrisflokkin sundur í túsund pettir, og døma hann úti til komandi løgtingsval.



Etikkur aftan- og frammanífrá


Skulu vit meta um høvuðsorsøkina, so má tað vera, at flokkurin fríttstillar tingmanningina, at atkvøða í etiskum spurningum, og tað er ikki so nógv at gera hjá einum flokki við bara einum tingfólki, serliga tá hetta er tiltakslimur, sum húðflettur flokkin alment fyri ikki at taka undir við samkyntum parlagi, tá eykalimurin ikki er í løgtinginum.


Hon kann so royna seg í Javnaðarflokkinum, og vita hvussu tað følist at hava etiskar meiningar undir liðini av Henrik Old.


Vit skulu ikki dvølja leingi við hetta, men bara staðfesta, at Gl. Sjálvstýri als ikki er einsamallur flokkur um hesa mannagongd um etiskar spurningar. Eingin hevur fyri neyðini at hugsa serliga leingi fyri at koma til tað niðurstøðu, at Gerhard Lognberg, varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum fyri sína fatan um samkynd, sjálvt um onkur onnur hentleika politisk grundgeving varð brúkt.


Í etiskum spurningum eru Gerhard Lognberg og Henrik Old, ikki langt frá hvør øðrum. Varð grundgevingin fyri at koyra Gerhard út, tann, at hann t.d. ikki var fyri samkyndum parlagi, so varð flokkurin noyddur at koyra Henrik Old út av somu orsøk, men tað bar ikki til, tí varð onnur orsøk brúkt, og Oldurin verður toldur til hann letur vera við at stilla upp fyri flokkin av aldri.


Etikkur aftan- og frammanífrá, er ikki altíð lættur, tá orðaskifti stendur á høvdinum.



Politisk svín og kyniskir bukkar


Hóast øll vita, og Eirikur Lindenskov, um nakar, kennir politisku søguna hjá javnaðarflokkinum, so torir hann ikki eftir politiska sannleikanum um tolsemi hjá flokkinum í etiskum spurningum, og at politiska etikettan verjir politisk svín og kyniskar bukkar.


Tað er tí umráðandi hjá Eiriki Lindenskov, at grundgeva sjálvstýrisflokkin úti, so rovuni kunnu deilast millum hinar flokkarnar.



Í sendingini hjá Óla Breckmann, á Rás2 seinnapartin mikudagin, varð aftur tosað um politikk, og kanska serliga um veljarakanningina. Har tosaði Jógvan Mørkøre, sum hevði gjørt kanningina fyri Sossarnar um gongdina hjá løgmanni í kanningini; hann vísti á, at Kaj Leo Holm Johannesen, var komin væl frá stuntinum í Russlandi, men segði so eisini, at avgerandi fyri løgmann fór at vera, hvussu hann kom undan kanningini hjá Gammeltoft Hansen.



Ein hjásitari við CIP vini á arbeiðsplássinum, og egnari dágsskrá


Paradoksið við hesum er bara, at sami Jógvan Mørkøre, dømdi Sjálvstýrisflokkin úti á komandi løgtingsvali, men “gloymdi” at siga, hvat kundi henda við flokkinum, um Kári P. Højgaard, kom væl undan kanningini hjá Gammeltoft Hansen?!


Tá hetta er sagt, taka vit fyrivarni við hjásitaranum, ið kemur frá somu skrivstovu, sum føroyski advokaturin, ið arbeiddi fyri áhugamálunum hjá CIP samtakinum, sum heilt víst hevði eitt tætt samskifti við táverandi landsstýrismannin í Innlendismálaráðnum, ið kann geva ábendingar um habilitetstrupulleikar.


Jógvan Mørkøre helt eisini, at Framsókn var nær tinggáttini, og lat sostatt liggja í luftini, at teir báðir flokkarnir ruku út, sum jú bara kann geva ábendingar um, hvat ætlanin við kanningini í veruleikanum var, sum Eirikur Lindenskov hevði biðið um.



Álopin uttan verju


Felags fyri teir flokkarnir, sum fingu orkistreraðar lúsingar í sendingini var, at teir sluppu ikki framat sendingini, at verja síni sjónarmið.


Men lat okkum hyggja uppá grundgevingina hjá Eiriki Lindenskov, tá hann heldur seg kroysta lívið úr sjálvstýrisflokkinum. Hóast hann verður rættleiddur av skrivaranum hjá flokkinum, so heldur hann fast um, at Lasse Klein, svíkti flokkin, tá hann stillaði upp, og gjørdist formaður í Kristiliga Fólkaflokkinum.


Ikki minni enn tvær faktuellar lygnir í einari linju, megnaði blaðstjórin at servera. Lasse Klein, hevði ikki nógvar stuðlar í sjálvstýrisflokkinum, meðan hann umboðaði flokkin í landsstýrinum og í løgtinginum, sum løgtingsformaður.



Politiskur bastardur og geykaungi gjørdi av við kappingarneyta


So leingi, sum Asbjørn Joensen, var á lívi, tordi ongin at taka politiska lívið av táverandi løgtingsformanninum, men tá politiskur bastardur- og geykaungin, kom úr Javnaðarflokkinum, og Asbjørn Joensen, doyði, bar til. Lasse Klein, bleiv tveittur tvíbuktaður úr flokkinum, uttan at sjálvstýrarnir lyftu hond frá síðu, og hann stillaði eisini seinni upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin, men var ongantíð formaður í tí flokkinum. Tann leiklutin hevði Niels Pauli Danielsen, og tað visti Eirikur Lindenskov.


Sjálvandi hevði Eirikur Lindenskov, ongan áhuga í at lýsa hvussu tað eydnaðist Helenu Dam á Neystabø, at kvetta við javnaðin, og yvirtaka Sjálvstýrisflokkin, tí so vildi hann bara fingið peikipinnin upp í reyvina; jú hann dugur at tiga, og politiska lygnin ger ikki støðuna verri hjá honum; serliga tá Einglapressan rennir aftaná, sum ta ferðina, hann vardi landsstýrismann, sum raseraði redaktiónina hjá Oyggjatíðindum, sum hevði skrivað um eina neyðtøku, hesin eftirfylgjandi varð dømdur fyri at hava framt.



Skuldi ikki skriva um neyðtøku


Tá spurt varð, hví Eirikur Lindenskov, ikki vildi gera viðmerking til Oyggjatíðindir, var svarið, at blaðið kundi bara latið vera við at skriva um landsstýrismannin, og tað er so linjan, Sossurin hevur havt líka síðani.


Lýsir Eirikur nakran annan veikleika enn sín egna, so má sigast, at tað er undrunarvert, at Lasse Klein, troystaði sær innaftur í Sjálvstýrisflokkin. Drívmegi hansara lýkist henni hjá laxinum, sum – kosta hvat kosta vil, skal heimaftur at gýta og doyggja, men fyri okkum uttanfyristandandi, líkist hetta tí reina indara-Gandhi, og politiskari spanking til onga verðsins nyttu, tí líka nógv, sum hann hjálpir hesum hjálparleysa flokkinum, líka lítið vilja tey hava við hann at gera, men veljarafjøldin er tó ein onnur stødd, sum ongin enn hevur “klóka” seg uppá, og als ikki Einglapressan, tí tað skal meira til enn at tosa flokkar út úr løgtinginum, og landsstýrisfólk í geglið.



Tagdi tá sossur sekkjaði skúlastjóra fyri 3,5 milliónir úr landskassanum


Vit kunnu eisini lýsa hvussu tað eydnaðist politiska geykaunganum hjá javnaðinum, at koma yvir í mammureiðrið aftur, og endaði, sum landsstýrismaður í mentamálum, har hon bjargaði einum pampara-sossi og nevnarlimi undan einari pínligari kanning við at sekkja ein skúlastjóra, og tá grundarlagið ikki var fyri uppsøgnini, lat Helena Dam á Neystabø , landsstýrismaður, landskassan betala 3,5 milliónir í kompensatión til stjóran.

Les avdúking: http://www.oyggjatidindi.com/nar+retssikkerheden+bliver+sendt+ud+pa+de+evige+jagtmarker.html


Hetta fekk ongantíð rúmd í Sossinum, og tíans heldur í nøkrum øðrum parti av Einglapressuni.


Kortini verður Eirikur Lindenskov roknaður sum politisku serfrøðingur, og tað kann so ikki vera í øðrum enn í uttanum-tosi, og regulerum tvætli-tosi, sum hann kroystur úr sær eftir tannpasta-prinsippinum.



Politiski veðurhanin


Stutt kann sigast um politiska veðurlagið, at Framsókn trívist væl saman við Tjóðveldi, síðani hesin vinstraflokkurin gjørdist borgarligur, tá Tobbe gjørdi innrásina. Etisku spurningarnir ganga upp í eina hægri eind, og Javnaðarflokkurin kann saktans føla seg væl í hesi familjuni, sum politiskur nomadur, ið hevur broytt sosiala manualin til akademikarar, tá flokkurin gloymdi tey veiku, sjúku og hjálparleysu: Tá neyðin er størst, er hjálpin næst.


Tá gjørdist ísurin so hálur hjá akademiska fólkaslagnum, ið ikki heldur hevði fyri neyðini, at hava bein undir búkinum, tí tað gekk so skjótt við framburðinum, at trivaligar sleður vóru effektivar, og tí er Als ikki neyðugt at hjálpa teimum fátæku og arbeiðsleysu, tí, tá akademikarar senda neyðarkall, má alt annað liggja.


Klædnaídnaðurin fær góð ráð frá Tjóðveldi, sum heldur, at fátøk bara kunnu klippa lummarnar burturúr buksunum, tí tað er so dýrt at reka samfelagið uttan høgar pamparalønir við pensjónum.



Humanitert DANIDA-prinsipp


Tá nomadarnir í javnaðarflokkinum bara eru hálvir, er Sambandsflokkurin rættiliga einsamallur, men hann vil samband.


Tað vita danir, og tí hevur flokkurin ikki stóran týdning fyri teir, sum heldur hava brúkt keftirnar at goyma seg í lummanum hjá Tjóðveldi, sum teir afturfyri stýra nokkso sofistikerað, og kanska eisini snilt, sum nærmast líkist einum humaniterum DANIDA prinsippi, “som gælder for Danmark, og for såvidt også gælder for Fæøerne.”


Sentralir viðspælarar kunnu sjálvandi vera fútaskrivstovan og dómhúsið, og soleiðis koma tey eitt sindur Trullerunt um tað heila.

Flokspolitiska støðan í Føroyum kann lýsast sera stutt. Allir flokkar vilja líkjast Fólkaflokkinum, sum fult og heilt hevur SOS-ialpolitikkin í lummanum, og hevur SOS-tatt eisini buktina og báðar endarnar. Soleiðis endaði Fólkaflokkurin at vera akillis-hælurin hjá øllum hinum flokkunum.



Sjálvstýri vil lenda á kometini, og Miðflokkurin Himlar


Um sjálvstýrisflokkurin klárar at lenda á hasi kometuni, kann ivi vera um. Miðflokkurin heldur seg vera í Himmiríki, har ongin av hinum flokkunum sleppur uttan helvitispas og stem-pull í reyvuna.


Men nakað annað var, tá landskassin betalti 3,5 milliónir kr. fyri at sekkja ein skúla-stjóra fyri at bjarga einum politiskum javnaðar-pampara.


Tað er lívið hjá sakliga Eiriki Lindenskov, serfrøðingi í politiskum bukkuspannum, og øll-um hinum einglunum, hvørs journalistikkur, tó neyvan verður skrásettur í Keypsskálanum nakrastaðni.