Einki skeivt í at danska elnetið er dýrari enn tað týska

Onki skeivt er í, at danskir elkundar skulu rinda 2,5 ferðir meiri fyri kilometurin av økiselnetinum, enn net av sama slagi verða handlað fyri í Týsklandi.


Tað sigur Martin Lidegaard, veðurlags- og orkumálaráðharri, eftir at Ingeniøren hevur nærlisið eina sølu av tíggju donskum økisnetum.


Almenna netfelagið Energinet.dk hevur boðið 5,7 mia. kr. fyri netini.


Varin við at samanbera


- Eg haldi, at vit skulu vera varin við at samanbera slíkar sølur, tí netini eru ymisk, og týsku reglurnar á hesum økinum eru heilt øðrvísi enn tær donsku, sigur ráðharrin.


Donsku reglurnar eru orsøkin til, at netini eru dýrari í Danmark. Prísurin fyri elnetini verður avgjørdur av, hvussu nógvar inntøkur tey høvdu givið elfeløgunum næstu 40 árini, um so var, at tey høvdu hildið fram við at reka netini sjálv.


Henda mannagongdin hevur fingið atfinnararnar upp úr stólinum, bæði tí at elnetini í høvuðsheitum longu eru goldin av elbrúkarunum og avskrivað eina ferð. Og tí at ein gjøgnumgongd av roknskapunum fyri økisnetini vísir, at tey hava verið ein óvanliga góður handil við einum yvirskotsstigi í 2010 upp á 41 prosent.


Onki at koma eftir


Men atfinnararnir hava sambært ráðharranum onki at koma eftir.


- Út frá løgfrøðiligu og búskaparligu ráðgevingini, eg havi fingið, haldi eg framvegis, at innkomna tilboðið er rímuligt. Energinet.dk kannar nú tey tíggju feløgini og net teirra nærri umvegis eina sonevndada dilligence', ið skal gera av, um boðið verður standandi, sigur Martin Lidegaard í einum skrivligum svari til Ingeniøren.


Hann upplýsir samstundis, at stjórnin ætlar at kanna lóggávuna á eløkinum og effektiviseringina á økinum út í æsir, herundir eisini økisnetini.


Kelda: www.sev.fo