Einki Grannakaffi uttan vertir - Okkum tørvar vertir um alt landið
Grannakaffi er eitt gott høvi at gera mun og hjálpa Krabbameinsfelagnum at hjálpa øðrum. Melda teg til sum vert fyri Grannakaffi 2019.
Vit eru mong, sum á hvørjum ári antin beinleiðis ella sum familja, vinir ella starvsfelagar fáa krabbamein tætt inn at okkum. Kenslan av hjálparloysi bankar á dyrnar, tó at spurningurin um, hvussu vit kunnu hjálpa fær okkum at lata dyrnar upp og gera eitthvørt. Til tíðir kann tað tykjast torført at fáa greiði á, hvussu vit best kunnu veita hjálp, men einfalda loysnin er at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.
Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til Grannakaffi. Grannakaffi er liður í støðuga arbeiðinum hjá felagnum og byggir á tað, sum vit føroyingar frammanundan duga serliga væl; at hugna okkum og vera saman í gaman og álvara.
Freistin at tekna seg sum vert fyri Grannakaffi 2019 er mikudagin 6. mars 2019, melda til
melda til her.