Felagsskapurin Verjið børnini, hevur ein Facebook bólk ið eitur Steðgað Peofili við næstan 4.000 limum, men fá teirra er aktiv. Bert 5% eru aktivir kjakara í bólkinum.
Teir seinastu daganar hevur bólkurin læst rútin, so onnur ikki sleppa inn at seta evni, stilla spurningar til ymiskt og harvið fáa konstruktivt kjak i gongd. Bert Mimmy Vágsheyg (stigtakari), Rói Nordoy og Joan Baldvinson, kunna leggja evnir á veggin og so kunna vit onnur gera viðmerkingar.
Mimmi blokeraði
Men ikki allar viðmerkingar eru kærkomnar, tað fekk eg at merkja, tá Mimmy blokeraði meg sum kjakara. Eg stilladi spurning til Mimmy Vágheyg, sum eisini er stigtakari til felagsskapin ”Verji børnini”.
Mimmy gjørdist ørg, blokeraði fyri, at eg kundi við merkja ella koma vid konstruktivum kritikki. Meðan rest av hópinum undir tráðnum hjá Mimmy spilti mín persón út og hildu meg verða sera sera freka. Tað legði eg nú ikki so nógv í, tí hetta segði meir um tey enn um meg. Segði meir um, at eg hevði nortið ein ella fleiri eymar spurningar, sum ikki toldu dagsins ljós.
Mimmy hevur eisini tikið stig til Rádstevnu, ið verður í Norðurlandahúsinum 27. septembur 2012. Ætlanin vid Ráðstevnuni er, at lýsa støðuna hjá teimum, ið eru ella verða misbrúkt av pedofilum.
Mimmy toldi ikki at verða konfronterað við hesar spurningar:
HVÍ loyva tit ikki fólki at seta spurningar til ákæruvaldið, um allar tær sakirnar, sum lógreglan hevur noktað at eftirkanna ?
HVÍ verða tey ikki boðin við á Ráðstevnuna, sum høvdu ætlanir um at konfronera Kris, og ákæruvald, sum nokta at eftirkann fleiri álvarsmál ?
ER ikki pláss fyri slíkum vidkomandi spurningum á slíkari rádstevnu, og hvat skal rádstevnan so nýtast til?
Ákæri vil ikki svara spurningum
Linde Margrethe Hasselberg, ákæri verður á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, og fer hon at hava upplegg um hvussu lógreglan tekur ímóti slikum meldi. Tískil vildi fleir úr bólkinum "Saman bróta vit tøgnina" koma við frágreiðingum frá egnum royndum, hvussu tey hava verið avvíst ella ignorerað av lógregluni. Ikki løgið, man fær ringan smakk í munnin, tá ákærin, Linde Hasselberg, ikki vil verða konfronterað við spurningar, sum kunna prógva og vísa á, at øll meld verða ikki tikin í álvara. Vit mangla ikki vitan, vit mangla mótspæl. Men mótspæl verður helst ikki tolt frá fakpersónum, sum halda seg vita.
Nú verður nógv reypa sær av, at tøgnin er brotin, og skal ongantið nakað verða tagt burtur, og alt hereftir skal takast í fullum álvara, tá onkur verður fyri kynsliga misnýtslu. Men hvør hevur broti tøgnina, er tað kanska Mimmy, Rói og Joan ? Er tað tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi ? Ikki mær vitandi. Rói er samkomuleiðari , og hevur hann sjálvur sagt, at hann eisini vil verða leiðari at steðga pedofili innan samkomur. Samkomur eru jú leikvøllur hjá pedofilum. Er hetta ikki, sum at seta Rev at passa gæs ? Mimmy og Joan, havi eg frætt eru innan somu samkomu, sum Rói. Skilji ikki hví tey ikki heldur fara at leita innan egnu samkomuveggir og byrja har, og onga aðra staðir. Gamalt er, at man skal feja fyri egnu dyr, áðrenn man fer at feja hjá grannanum.
Hjálpir ikki beinleiðis kynsligum misnýttum
Hví seta seg sum oddafólk bæði fyri einum øðrum, steðga pedofili, verji børnini og ráðstevnur ? Mimmy hevur til dømis alt ov nógvar bóltar í luftini, stigtakari bæði fyri einum og øðrum, og hon klárar als ikki at lofta øllum bóltum, sum sveima rundanum hana. Hon dettur niður sum ein flákridukka, sum onga meining hevur, torir ella vil ikki svara viðkomandi og týdningarmiklum spurningum. Hon vil fegin hava rós og taka sær æruna av, at tøgnin er brotin. Skammligt, at taka æruna av tí sum kynsliga misbrúkt eiga alla æru av. Púrt ongin meining at halda Ráðstevnu undir heitinum "Tøgnin er brotin", tá man ikki ynskir at loyva sjónarmiðum frá júst teimum, sum er orsøkin til at tøgnin er brotin.
Rúna Sivertsen er eisini eitt slag av oddafólki, sum fyrireika uppundir Ráðstevnuna. Kanska hon eisini er limur í gamla Getsemana, og skuldi farið at ruddað upp innan egnu veggir, so pedofilar ikki hava sín leikvøll har. Men eitt skal Rúna hava rós fyri, hon segði í hesum sama tráði við Dan Klein, at felagið "Verjið børnini", sum hevur leiklut á Ráðstevnuni ikki beinleiðis hjálpir kynsligum misnýttum.
Vinarliga
Anna Solveig Grástein