Ein vandamikil umsiting

ODDAGREIN 3.2.2012: Ein av fremstu politikarum okkara, segði seg um dagarnar vera skelkaðan av, at føroyingar generelt lítið løgdu í politikk. Hann helt, at tað vildi verið samfelagsgagnligt, at føroyingar vístu størri áhuga. Tað kunnu vit eisini geva honum rætt í, men kanska ein frágreiðing er uppá støðuna.


Føroyingurin veit, at samfelagið er korrupt inn á bein, og at klan-limir og sektir, verða ikki rættarsøkt, og at ákæruvaldið t.d. var partur av skipasvikinum í áttatiárunum, og legði akademiskar feilir inn í ákæruritið fyri at tryggja, at ongin kundi dømast.


Tað sigur ikki so lítið, at tann advokaturin, sum umboðaði landsstýrið í skipagøluni, sjálvur var skuldsettur, uttan kortini at nakar helt tað vera løgið, at hann framhaldandi umboðaði klientin, hann var skuldsettur at hava villleitt.


Av tí sama kom heldur ongin uppgerð frá hesi tíðini, og støðan kom tí at verða, at sama lógloysi frá áttatiárunum varð endurtikið í nítiárunum, og fram til okkara dagar. Teir klan- og sekt-limir, sum vóru skuldsettir í áttatiárunum, gingu allir leysir av skuldsetingunum, og hava síðani herja landið sum ringastu banditos- og Daltonsbrøður, og hava lagt stórt vald inn undir seg, og hava stóra ávirkan á Einglapressuna, sum letur seg brúka og misbrúka.


Men hvar kemur hendan sjúkliga umsitingin frá?


Tað er nógv, sum bendir á, at vit skulu heilt aftur til Kristian IV, ið hevði valdið onkuntíð í 1600´talinum. Tá avgjørdi kongur at taka týsk embætisfólk til Danmark, at byggja upp eitt embætisverk. Hetta vóru bæði partentlig og autoritetstrúgv fólk.


Tað vísti seg eisini, at hesi fólkini bygdu upp eina effektiva umsiting, sum tó var sjálvglað og lítið sjálvkritisk. Hetta avlagaði umsitingina, sum vanlukkuliga bæði fekk nýggja týska nering undir 1. veraldarbardaga í 1914, og aftur kom týskt nazistiskt blóð inn í umsitingina, meðan Danmark var hersett undir øðrum veraldarbardaga.


Sagt verður, at moralur er góður, men at dupultmoralur er dupult so góður. Undir krígnum eggjaði danska stjórnin dønum til at fara í týska hertænastu, ella bara til týskland at arbeiða, tí tíðirar vóru ringar í Danmark, og arbeiði var langtfrá til allar hendur.


Men aftaná kríggið kom danski umsitingarligi stálhandskin til sjóndar. Danir vildu ikki viðurkenna egnan leiklut á stjórnarstøði, og umsitingin dømdi fleiri danir til deyða fyri at hava verið í týskari tænastu.


Onkusvegna hevur tað eydnast Danmark, at hava heimsins longsta mannarættinda peikifingur í móti londum, sum Turkalandi, Kina o.ø. londum, samstundis, sum Danmark við hægstarættaravgerð sigur, at tað er í lagi, at døma fongsulsdómar, uttan at fólk skulu hava neyðuga verju. Her broytist onki. Ríkiseindin smíðar lógir, sum støðugt eru brot á viðkomandi mannarættindaprinsippir.


Tilnevndi stjórin á Skásetingini, tók ólógligu pappírini frá fimm skrásettum, grannskoðarum, men sigur, at tað stríðir í móti mannarættindunum, at taka pappírini frá 10 øðrum, sum høvdu virkað ólógligt?! Landskassin skuldi bara ikki hava endurgjaldskrøv!??


Ein vandamikil umsiting, ein vandamikil týsk/danskur arvur, og tí er føroyingurin passivur, líkaglaður og uppgevandi!!