Ein spennandi vika í Tórsgøtu
Vikan byrjar mikudagin í Reinsarínum við indie-rokkbólkinum Atsinnermiut, ið koma longu leiðina til Føroyar heilt úr Grønlandi.
Síðani kunnu vit gleða okkum til Pop Up Solo-framsýning eftir Anný Djurhuus Øssursdóttir í Ostahúsinum hósdagin og fríggjadagin.
Vit enda vikuna leygarkvøldið við fólkatónleiki í serflokki, tá Hanus G. Johansen trínur á pall við við sínum frálíku løgum, stórslignu rødd og serligu pall nærveru.