Ein so vítt sum gjørligt trygd

Í einum fyrispurningi í løgtinginum um børn við serligum tørvi, svarar landsstýriskvinnan í Almannamálum, m.a., at hon kann veita vissu fyri, at hon fer at gera sítt til, at familjur, sum hava barn við serligum avbjóðingum, so vítt gjørligt sleppa undan at fara av landinum.


Landsstýriskvinnan sigur, at heldur enn at senda børn og familjur teirra av landinum, eiga vit, í størst møguligan mun, at tryggja teimum eina nøktandi tænastu í Føroyum. Í ávísum førum kann tað tó vera neyðugt at veita børnum tænastu í Danmark, tí avbjóðingin er so mikið stór og samansett, at vit ikki hava neyðugan førleika at hjálpa barninum í Føroyum. Eg eri sannførd um, at starvsfólki í Nærverkinum er fakliga eins væl før fyri at veita børnum við serligum avbjóðingum eina nøktandi tænastu. Tað er so mín uppgáva, sum landsstýriskvinna at syrgja fyri, at Nærverkið fær neyðugar karmar at virka undir soleiðis, at málið kann røkkast.


Seinastu trý árini er talið á umsóknum frá børnum/ungum við serligum avbjóðingum vaksin munandi. Tænastustøðið hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn er treytað av játtanini á fíggjarlógini. Játtanin til Stuðulsfólkaskipanina fyri børn er ikki hækkað í sama mun, sum tørvurin er vaksin. Uppgávan hjá Nærverkinum er at skipa tænastuna eftir játtanini og sum er, megnar Stuðulsfólkaskipanin fyri børn ikki at nøkta tørvin á stuðulstímum.


Sambært Nærverkinum er størsti parturin av játtanini bundin til verandi virksemi, tí børn og ung, sum fáa stuðulstímar, hava vanliga ein støðugan tørv til tey gerast 18 ár.


Í 2011 fóru bert tvey ung úr skipanini vegna aldur, meðan nógvar nýggjar umsóknir vóru um stuðul. Onnur tvey børn fóru úr skipanini vegna flyting. Tey, sum hava fingið tillutað stuðulstímar í 2011, halda øll fram við stuðulstímunum í 2012. Ein partur av játtanini og stuðulstímunum verður altíð avsettur til at játta møguligar bráðfeingis umsóknir og verður tískil ikki tillutaður.


Fyri at tryggja, at tørvur og tænasta samsvara, og at neyðugu førleikar eru til staðar, endurskoðar Stuðulsfólkaskipanin fyri børn javnan sína tænastu og umskipar virksemið, tá tørvur er á tí. Stuðulsfólkaskipanin fyri børn hevur sett sær fyri at styrkja hetta arbeiðið í 2012 og er í løtuni í holt við at endurskoða virksemið í sambandi við at javna býtið av játtaðum tímum yvir alt árið. Eg kann eisini upplýsa, at Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er farin undir eina ætlan, har tey samskipa stuðulstímar til ávís børn, sum fáa stuðulstímar so at siga alt samdøgrið. Heldur enn at veita stuðulstímar á 3-4 ymiskum støðum, verða stuðulstímar nú veittir á einum staði. Harvið verður stuðulstilboðið tillagað eftir tørvinum hjá barninum og familjuni, segði landsstýriskonan í svarinum.