Ein samanhangandi íverksetaraskipan er nú veruleiki í Føroyum

Vøkstur og virksemi er heitið á teimum virkisfremjandi átøkunum, ið núverandi landsstýri setti sær fyri at fremja. Eitt av hesum átøkum er at fáa eina samanhangandi íverksetaraskipan at virka í Føroyum, har millum annað undirvísingarkervið skal gerast ein virkin partur at ala fram íverksetarahugburð.


Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu- fiskivinnumálum, sigur, at hann fegnast um avtaluna millum Íverksetarahúsið og Mentamálaráðið um samstarv á íverksetaraøkinum innan fólkaskúlan. Við avtaluni fáa føroyskir næmingar longu frá barnsbeini høvi at nema sær kunnleika um íverksetan og nýhugsan.  



Tað hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið, at her finnast virkisfús fólk, sum tora og duga at ganga egnar leiðir. At føroyskir næmingar nú longu í fólkaskúlanum fáa roynt síni skapandi evni , hugflog og royndir í nýhugsan og íverksetan er eitt frambrot fyri skúlaverkið og framtíðar íverksetan, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.


Vinnumálaráðið hevur avtalu við Íverksetarahúsið um veiting av ráðgeving til íverksetan kring alt landið, fremjan av átøkum at fáa fleiri kvinnur at gerast íverksetarar og annað í hesum sambandi.


Johan Dahl,


landsstýrismaður í vinnu- og fiskivinnumálum