Ein minkur er í dag sloppin í land í Tórshavn.
Vit vita enn ikki um at aðrir minkar eru slopnir í land, men tað er ikki óhugsandi at so er.
Minkur er ikki heimahoyrandi í Føroyum, men kann saktans yvirliva og nørast í føroysku nátturúni og harvið gera stóran skaða á náttúrliga djóralívið.
Harafturat er helst talan um villan mink, sum kann bera smittu av ymsum slag við sær.
- Heitt verður á fólk um at siga løgregluni frá beinanvegin um tey koma fram á ein mink og endiliga ikki sjálvi royna at fanga hann, sigur Birna Mørkøre, Landsdjóralækni í stuttari fráboðan.