Ein kommuna í stórum vøkstri

Høvuðsstaðarkommunan og størsta kommunan í landinum er vaksin nógv seinnu árini, og hetta setir stór krøv til umsitingina at fylgja við og brynja seg til tær framtíðar avbjóðingar, sum ein stór og týðandi kommuna altíð hevur. Ikki minst innan tekniska økið, har tað er so avgerandi at fylgja við í menningini innan øll hugsandi økir.

Undir heitinum “Ein kommuna í stórum vøkstri” er Tekniska fyrisiting í Tórshavnar kommunu komin við síni fyrstu ársfrágreiðing, ið lýsir virksemið og tær avbjóðingar, sum fyrisitingin og harvið kommunan hevur. Somuleiðis lýsir ársfrágreiðingin øll høvuðsøkini, ið fyrisitingin umsitur og rekur.

Ongantíð áður er bygt so nógv í Tórshavnar kommunu. Í 2016 vóru umleið 300 byggiloyvir til sethús og aðra bygging givin, og hetta er tað mesta nakrantíð. Enn meira ferð er komin á eftir ársskiftið, har tað fyrstu fýra mánaðirnar vórðu givin umleið 120 byggiloyvi. Fram til 2015 og nøkur ár aftur lá árliga talið um 200.

Umframt økta virksemið í føroyska samfelagnum sum heild, eins og vit ongantíð áður hava verið fyri so stórum fólkavøkstri, har vit sambært Hagstovu Føroya á vári 2017 fyri fyrstu ferð fóru upp um 50.000 fólk í Føroyum, er eisini ein onnur orsøk til tær mongu umsóknirnar um byggiloyvi. Tann 1. januar komu í gildi nýggjar byggireglur í Føroyum, ið taka støði í Bygningskunngerðini 2017, nevnd BK17, sum setir strangari krøv til bygging. Serliga tá ræður um orku og umhvørvi, sum millum annað merkir betri bjálving av húsum og øðrum bygningum.

Við støði í verandi kommunuætlan kunngjørdi Tórshavnar kommuna á heysti 2014, sum í løtuni verður dagførd, eina ætlan fyri vøkstur og menning fram til 2030. Kommunuætlanin fevnir um mál fyri fysisku planleggingini. Til dømis, hvussu kommunan skal vaksa, býti millum bústaðir, vinnumenning, infrakervi, náttúruvernd, landbúnað og annað. Endamálið við ætlanini er at menna høvuðsstaðarkommununa og skapa best møguligar karmar fyri hvønn einstakan borgara.

Ein nýmótans kommuna má og skal hava eitt væl útbygt infrakervi og tað, sum hartil hoyrir. Tað veri seg vegir, vatn, spillvatn, kloakkir og alt, sum hevur við tað tekniska økið at gera. Tekniska fyrisiting hevur sett sum mál at nýmótansgera tað tekniska infrakervið til gleði fyri borgaran, eins og hetta gjarna skuldi tiltrekt nýggjar borgarar at seta seg niður í Tórshavnar kommunu.

Tekniska fyrisiting í Tórshavnar kommunu er býtt upp í seks ábyrgdarøkir, sum eru Verkætlanir, Bygging og Umhvørvi, Býarskipan, Húsaumsiting, Teknikk & Verkløg og Kommunala Orku & Brennistøðin. Fyrisitingin ræður yvir eini játtan á 216 mió. krónur og hevur umleið 210 fólk í starvi.

Fakta
Yvirskipaðu uppgávurnar hjá Teknisku fyrisiting eru hesar:
• Býarskipan og umsiting av infrakervinum
• Samskipan av kommunuætlanini
• Tilevning og framleiðsla av politikkum og regluverkum innan býarskipan, samferðslu, 
   náttúru og umhvørvi
• Menning av orkusparandi og burðardyggum mannagongdum og virkisháttum fyri rakstur og 
   viðlíkahald av ognum og amboðum hjá Tórshavnar kommunu
• Kommunalur byggiharri
• Fyrireiking og fremjing av íløguverkætlanum

30. juni 2017

Tórshavnar kommuna

Tekniska fyrisiting