Eitt nýtt ár byrjar hvørja løtu og somuleiðis ger átakið Virkin januar 2022!
Fólkaheilsuráðið hevur nú fyri triðju ferð gjørt nakrar álmanakkar til børn, ung og vaksin, sum hava nøkur uppskot til, hvussu tú frá 1.-31. januar 2022 kanst vera virkin og gera okkurt gott fyri kropsligu og sálarligu heilsuna.
Seinastu longu tíðina hevur tað tykist, sum tað er nógv, ið vit ikki hava tamarhald á rundan um okkum, og tí er týdningarmikið at minnast til tað, sum vit kunnu hava ræði á. At vera virkin er eitt av tí, og tí er álmanakkin eitt gott amboð til at gera nakrar smáar gerðir hvønn dag, sum eru við til at styrkja sálarligu heilsuna. Vit vilja tí eggja øllum til at loypa út í tað og fáa eina góða byrjan uppá árið við at vera virkin uppá nógvar ymsar mátar, sum eru við til at geva tær og fólki rundan um teg størri gleði.
Frá gransking vita vit, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga, er við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Somuleiðis vita vit, at fólk, sum í stóran mun eru virkin á nógvar ymsar mátar, í størri mun hava kenslu av vælveru og betri sálarligari heilsu enn tey, sum ikki eru virkin.
Millum uppskotini í álmanakkunum er millum annað: “Lær okkurt nýtt, vitja onkran eldri og ring til ein vin”. Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í januar. Tað eru tær smáu gerðirnar sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.
Álmanakkarnir eru fyri øll, so uttan mun til um tú hevur kropsligar ella sálarligar avbjóðingar ella ert í sóttarhaldi, kanst tú luttaka í tann mun, tú megnar. Alskyns møguleikar eru fyri, hvussu álmanakkarnir kunnu brúkast, tí bæði privatpersónar, arbeiðspláss, skúlar og ymiskir stovnar hava brúkt álmanakkarnar í 2021 uppá ymsar mátar.
Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu, “ver virkin, ver saman, ver hugbundin” er inngrógvin í átakinum, og tískil eggja vit til, at tú fylgir uppskotunum ella tillagar virksemið, so tað samsvarar við tíni áhugamál og til tað, sum er við til at geva tær eina kenslu av meining.
Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum her, og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu” og Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”.
Gev øðrum íblástur til at vera virkin
Fyri triðju ferð skipa vit fyri eini kapping í sambandi við Virkin januar og eins og áður, er vinningurin ein uppliving, har tú kanst vera virkin, saman og hugbundin. Endamálið við kappingini er, at tú kanst vera við til at geva øðrum íblástur til at vera virkin í januar og skapa tilvit um, hvussu einfalt tað kann vera at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna, og hvussu ofta tú longu gert okkurt gott.
Um tú hevur Instagram, kanst tú luttaka í kappingini við at fylgja Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid” og hyggja eftir okkara uppslagi við eini vegleiðing um luttøku í kappingini.
Í stuttum snýr tað seg um, at tú við nøkrum ávísum hashtags leggur myndir út á Instagram, sum vísa, hvussu tú ert virkin í januar.
Vinningurin er tvær nætur fyri fýra persónar í einum av frítíðarhúsunum hjá “Útsýnið” í Bø, virði 3.000-4.000 kr.
Gott nýggjár og góðan virknan januar!
Fólkaheilsuráðið