Er tað nú besta boðið at byggja Kommunuskúlan í Havn um til bústaðir? Loyvi mær at venda spurninginum, nú hann er aktuellur.
Jógvan Arge, býráðslimur í Havn.
Tað er fínt, at fleiri hugskot eru í spæli, tá ein so stórur og markantur bygningur í Havn ikki longur kann brúkast til endamálið, sum hann er bygdur til.
Boðini eru longu fleiri: íbúðir, mentanarvirksemi, umsiting o.a.
Ein fjórði møguleiki er at taka hann niður og geva pláss fyri onkrum nýggjum, sum kann tæna miðbýnum.
Verða t.d. bústaðir til eini 30 húski í hesum bygningi, sum ikki kann vera skúli, tí hann hevur likið ov illa ov leingi, er kanska vandi fyri, at hetta gamla hús endar sum ein ghetto í miðbýnum.
Lat okkum siga, at fremsta raðfestingin verður at taka hann niður, tí hann fyllir í meira lagi, har hann er, bæði á jørðini og uppeftir, og tí, at tað ætlandi verður alt ov dýrt at umvæla hann og gera hann um til aðra nýtslu.
Tá er ikki sagt, at onki skal vera á tí gomlu Húsagarðstrøðni, har Kommunuskúlin stendur í dag. Tvørturímóti áttu vit lagt høvur í blot til tess at koma fram til eina áhugaverda ætlan við økinum til frama fyri miðbýin og Havnina sum heild.
Vit kundu bygt okkurt serstakt, men ikki ov stórt, á økinum, har dentur verður lagdur á framkomnan arkitektur og eitt serstakt innihald, sum dregur fólk til økið.
Á økinum kann dentur eisini at verða lagdur á ymsan vøkstur og virksemi, so hetta kann verða ein oasa í miðbýnum, ið verður samskipað við grannalagið.
Tey flestu ásanna, at miðbýurin er nakað deyður. Tað er hann, tí stórur partur av virkseminum varð planlagdur út úr honum.
Við kolldømingini av Kommunuskúlanum til tað endamál, sum hann varð bygdur til, hava vit fingið ein kærkomnan møguleika at umhugsa eitt býarskipanarligt nýbrot í miðbýnum, sum vit ikki eiga at lata fara frá okkum. Tað er bara hugflogið, sum setur mørk fyri, hvussu vit kunna brúka hetta centrala øki í Havn til frama fyri trivnaðin í býnum, og vit eiga at geva okkum tær stundir, sum eru neyðugar, at koma fram til skilabestu ætlanina.