Ein frálík Hjólvelting

Fólkaheilsuráðið legði sín góða dám á
Hjólveltingina við góðum tónleiki og upphiting við Mariann Hansen.
 

Upphitingin samansjóðaði teir 40 súkklararnar, sum
vóru møttir til tann hugfarsliga bólka-súkklutúrin ígjøgnum býin, við sanginum
ABC hjá The Jackons 5, “ABC as easy as one, two three....”





Ferðast Grønt hjá Tórshavnar kommunu hevði fingið
súkklusmiðir at vera á Glasi og kanna súkklurnar áðrenn súkklingin byrjaði.
Túrurin byrjaði á Glasi og leiðin gekk yvir um brúnna á Argjum, út á Argjaboða
og síðani beina leið heim í býin. Bólkurin av súkklum fylti nógv á vegunum, nakað
av ferðslu var, bilførararnir vóru tolnir og koyrdu spakuliga aftaná bólkinum
og alt gekk væl. Ferðast Grønt serveraði vistfrøðiliga suppu og vistfrøðiligar
køkur frá Vistgrøði í Posthúskjallaranum.

Í Posthúskjallaranum var høvi at fáa eitt gott
prát og hugna sær. FNU og Hjólvelting høvdu boðið Høgna Mohr at koma og
hugleiða um súkkling, tað var áhugavert at hoyra hansara einføldu tilgongd til
súkkluna sum flutningstól.

Um samanhald, umhvørvi og heilsugóður lívstílur hugbindur
teg, er Hjólvelting eitt gott høvi hjá tær at vera virkin og hugbundin saman
við øðrum, tað er ABC fyri sálarliga heilsu.




#vervirkin #versaman #verhubundin #abcfyrisálarligaheilsu