Ein antisnobbari fyllir 70

Føðingardagsheilsan, sum Rigmor Dam bar fram vegna Javnaðarflokkin á 70 ára føðingardagshátíðarhaldi fyri Hanus Kamban sunnudagin 24. juni 2012 í Steinprenti á Skálatrøð.


Týski rithøvundurin Günter Grass skrivar í bók síni "Mín øld" um samfelagsrevsaran og anarkistin, skaldið Erich Mühsam, sum varð fyribeindur í fangaleguni Oranienburg í juli 1934. Hóast hann í samfullar 17 mánaðir varð píndur so illa, at kona hansara ikki kendi hann aftur, tá ið hon slapp at vitja hann, lat hann seg ikki vika. Tvørturímóti sat hann fattur og andbráður og endurgav úr egnum yrkingum og yrkingum hjá Schiller, tá ið hann varð avhoyrdur av SA.


Günter Grass skrivar, frá sjónarhorninum hjá SA-yvirmanninum, sum stýrdi avhoyringini:


"Sjálvt um hann hevði mist fleiri framtenn, endurgav hann sum stóð hann á leikpallinum. Á ein hátt var hetta láturligt, men hinvegin ... Harafturat gjørdist eg østur av nasabrillunum á jødanøs hasara ... Enn meiri av rivunum í báðum gløsunum ... Og so brosaði hann óvikandi eftir hvørja endurgeving ..."


At tað er vandamikið at tala at teimum, sum valda, eru dømini mong um, eisini í samtíð okkara. Talufrælsið hóvar sjáldan teimum ráðandi, og sjálvt í Føroyum, er tað so sum so við, hvussu talufrælsið verður røkt.


Í løtuni tykist tað mest sum, at tey ráðandi heldur vilja nýta sítt frælsi til at tiga, enn at siga øðrum, hvør ætlanin er við tí politikki, tey umboða.


Men tíbetur eru eisini nøkur, ið vita, hvussu týðandi talufrælsið er, og eitt hitt fremsta umboðið fyri hetta er Hanus Kamban.


Hanus hevur, við altíð væl brýnda penni sínum, verið ein kyndlaberi fyri frælsa orðaskiftinum, og tað er tíbetur ongin, sum er friðaður fyri Hanusar greiningum av valdsmisnýtslu og skilaloysi í samfelagnum.


Tað er ongin loyna, at Hanus altíð hevur kent seg mest heima á vinstravonginum, men Hanus dugir sum fáur at síggja virðið í tí, eisini at kritisera "síni egnu", sum hann so mangan eisini hevur gjørt.


Hanus snobbar ikki fyri nøkrum, hvørki høgum ella lágum, og tað er hansara størsta styrki sum samfelagsrevsari. Har ið teir ráðandi bara síggja og ilskast um rivurnar í brillugløsunum, og har smásinnið øsir seg upp um at verða órógvað í sínum gerandissvøvni, stendur Hanus óvikandi fattur fram við sínum penni og orðum, sum altíð geva veruleikanum og sannleikanum fleiri litir, fleiri brigdi, enn hann hevði áðrenn.


Takk skalt tú hava fyri tað, Hanus, og hjartaliga til lukku við degnum.


Javnaðarflokkurin