Eik lækkar rentuna

Rentan á sethúsalánum lækkar 0,2 prosentstig, meðan rentan á innlánum lækkar við upp til 0,4 prosentstigum


Rentulækkingin umfatar sethúsalán við 1. veðrætti, sum lækka úr 5,7 prosentum niður í 5,5 prosent, og innlán hjá privat- og vinnukundum. Rentulækkingin er grundað á lækkandi marknaðarrentir eins væl og marknaðarstøðuna í Føroyum, og fær gildi 9. august 2012.


Yvirlit yvir dagførdu renturnar er tøkt á heimasíðuni www.eik.fo