Eik afturrindar eina milliard krónur

Eik Banki hevur í dag afturrindað 1 milliard krónur fyri lán við statsveðhaldi. Tískil hevur Eik Banki afturrindað alla ta statsveðhildnu skuldina hjá bankanum, sum í oktober 2010 var 6 milliardir krónur.


“Hóast ein milliard er nýtt úr gjaldførinum, er gjaldførið framvegis gott”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.


Hetta seinasta lánið à 140 milliónir evrur stóð at falla til gjaldingar 13. februar 2013.