Eigil – takk fyri mongu góðu árini sum kvøldskúlaleiðari

Hann víðkaði tilboðini í kvøldskúlanum við eini ørgrynnu av lærugreinum og hevur verið ein góður leiðari við eini hollari og breiðari vitan.


Klaksvík hevur ígjøgnum mong, mong ár verið ríkað við dugnaligum og gevandi tilflytarum.


Ein av hesum tilflytarum er Eigil Hentze, sum kom higar av Tvøroyri.


Nú hann vegna aldur valdi at leggja frá sær í kvøldskúlanum eftir 37 ár, fari eg at senda honum eina hjartans tøkk fyri góða, drúgva og trúgva tænastu, fyri hvussu hann sum leiðari menti Kvøldskúlan í Klaksvík.


Tú hevur ikki tosað leingi við Eigil, fyrr enn hansara breiða vitan um so mangt, kemur til sjóndar. Tú kennir beinanvegin, at hann er ein lesandi persónur samstundis, sum hann er djúpt hugsandi. Hetta er eisini komið honum væl við í arbeiðnum sum kvøldskúlaleiðari, tí er hann eisini sera góður í ráðum.


Hann hevur leitt kvøldskúlan fyrimyndarliga og víðkað skúlatilboðini við ørgrynni av lærugreinum.


Í sínum samstarvi við Klaksvíkar býráð hevur hann verið umgongiligur og hevur verið sera ansin at yvirhalda peninganýtsluna, og leggjast kann aftat, at hann yvirhelt fíggjarætlanina á hvørjum ári, sum er av so stórum týdningi fyri gerandisdagin.


Góður við Klaksvík


Lat tað eisini verða sagt, at Eigil er góður við Klaksvík – tað merkist, hvørja ferð tú kemur á tal við hann.


Ofta hava verið boð eftir Eigil. Eina tíð var hann við í blaðleiðsluni á Norðlýsinum, og hann var ein vælumhildin orðstýrari á ymiskum fundum, eitt nú innan mentan og á politiskum fundum.


At hann so væl hevur røkt uppgávuna sum kvøldskúlaleiðari og brúkt øll kvøldini í hesi mongu ár har, kemur sanniliga ikki av ongum. Eingin ivi er um, at hann bert hevur kunnað gjørt hetta, væl stuðlaður av konuni, Eydnu. Takk fyri.


Góði Eigil. Nú tú bæði hevur sagt varaskúlastjórastarvið á Ziskatraðarskúlanum frá tær, og sum ein avbera hegnigur kvøldskúlaleiðari, fari eg vegna Klaksvíkar býráð at takka tær hjartaliga fyri gott og gjøgnumført arbeiði í góðum samstarvi øll hesi árini, samstundis sum eg ynski tær og Eydnu mong góð og hugnalig ár.


Bestu heilsanir


Gunvá við Keldu


Borgarstjóri