Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekkapolitikkin
Løgtingið skal í dag taka støðu til eitt mál um at geva føroysku bryggjaríunum loyvi til at selja alla sína framleiðslu (tað vil siga eisini sterkt øl og rúsdrekka upp til 60 rúmprosentum av aloholi) í teirra sølubúðum. Hetta er avgjørt ein skeiv leið at ganga, og eg skal greiða frá hví eg haldi tað.
Hagtølini tala greitt
Fyri nøkrum árum síðani var at limur í Norðurlandaráðnum, har vit í ”velfærdsudvalget” arbeiddu nógv við spurninginum um rúsdrekkanýtslu. Vit kannaðu hagtøl úr øllum Europa, og tey vístu púra greitt, at spurningurin um prís og atgongd til rúsdrekka eru teir mest avgerandi fyri, hvussu nógv varð drukkið. Hetta er orsøkin til at flestu norðurlond hava valt eina skipan við einkarsølu.
Tá Føroyar fingu nýggja rúsdrekkalóg í 1992 varð avgjørt, at vit eisini skuldu hava eina einkarsølu, sum skuldi taka sær av innflutningi og sølu av øllum rúsandi løgi. Tó fingu føroysku bryggjaríini loyvi til at selja teirra egnu framleiðslu av øli, sum tá í mesta lagi kundi hava styrkina 5,8 rúmprosent av alkoholi.
Endamálið við einkarsøluni hevur alla tíðina verið at avmarka rúsdrekkanýtsluna og at minka sum
mest um skaðan, sum rúsdrekka kann hava við sær fyri einstaklingin og samfelagið.
Tað er so nógv, sum ikki kann keypast í hvørjari bygd
Eg veit at onkur kann ilskast um, at tað kann vera í so langt at koyra til nærmastu rúsdrekkasølu, men hvussu nógvar aðrar vørur skulu vit ikki eisini koyra langt eftir? Sjálvur búgvi eg í eini stórari bygd, har tað ikki ber til at keypa rúsdrekka, men tað eru eisini so óalmindiliga nógvar aðrar vørur, sum ikki fáast í bydgini. Hví skal rúsdrekka av øllum takast fram um alt annað?
Fyri mær er eingin ivi um, at skipanin við rúsdrekkasølu er eitt gott stýringsamboð til at tálma nýtsluna av rúsdrekka. Samstundis er atgongdin ikki verri enn so, at tann sum vil drekka sleppur at drekka.
Hetta amboðið verður munandi skert, um bryggjaríini fáa eina víðkaða heimild til eisini at kunna selja sterkt øl og rúsdrekka. Verður uppskotið samtykt, so fer talið av rúsdrekkasølum í Føroyum at tvífaldast, og harvið verður atgongdin munandi størri, og sambært hagtølunum fer nýtslan eisini at vaksa.
Kunnu semjast um nógv
Eg veit at føroyingar verða ongantíð samdir um alt sum hevur við rúsdrekka at gera, men lat okkum halda fast við tað, sum vit hóast alt kunnu vera samd um. Vit eiga at vera samd um:
· at rúsdrekka og ferðsla hoyra ikki saman.
· at rúsdrekka og arbeiði hoyra ikki saman.
· at børn eiga ongantíð at líða undir, at tey vaksnu drekka.
· at rúsdrekka eigur ongantíð at gerast ein gerandisvøra í Føroyum.
- So kunnu vit gott vera ósamd um restina.
Helgi Abrahamsen