Nýggja
heimasíðan Donkey.fo sá dagsins ljós í morgun.
Donkey.fo
hevur tætt samstarv við framleiðarar av spølum og gevur hetta heimasíðuni
møguleikan at bjóða vitjandi tey bestu spølini á alnótini ókeypis. Longu nú eru
fleiri 100 spøl á síðuni.
Heimasíðan
er ætlað til allar aldursbólkar og hevur nógv arbeiði verið lagt í, at gera
heimasíðuna so brúkaravinarliga sum møguligt, bæði fyri ungar og eldri
brúkarar.
Tílíkar síður hava altíð verið væl
dámdar um allan heim, og endiliga er ein á føroyskum.