Perlur: - Stjórin á Marco Polo, Nordin Manai, tvingaði meg at lúgva fyri løgregluni, so tað ikki kom fram, at eg hevði verið trælur hjá honum í 18 mánaðir, sigur Mohammed Ben Amor Manai. Nú er Marco Polo stevnt eftir kr. 399.705,00. Ben hevur fingið fría prosess.
Oyggjatíðindi 8. februar 2006:
Ben kom til Føroyar at arbeiða í 2001. Tað var Nordin Manai, sum hevði fingið systirsonin hendanvegin.
Ben sigur, at alt vísti seg at rigga til tann dagin í 2003, hann skuldi koma aftur úr Tunis. Har hevði hann vitja foreldur síni.
Ben greiðir okkum frá, at hann ringdi heim til Føroyar at siga, at hann varð eina viku seinkaður.
Orsøkin var, at landið hevði vitjan av fleiri útlendskum forsetum, og at vegir og floghavnin vóru stongd av trygdaravum.
Ben slapp tí ikki heim við flogfarinum, sum bara fleyg einaferð um vikuna, og hann mátti pent bíða.
Heimafturkomin, varnaðist Ben, at Nordin, mammubeiggin, var ikki sum hann plagdi. Hann var avvísandi, og hevði eisini sett nýtt fólk í starv fyri Ben, sum soleiðis bleiv frystur út.
Hann fekk nú hvørki løn ella pengar. Arbeiðs og uppihaldsloyvi visti hann onki um. Alt hetta var í hondunum á mammubeiggjandum, sum nú heilt hevði vent honum bakið. Lítið visti Ben, at Nordin hevði skrivað til løgguna, at systursonurin hevði onki arbeiði havt.
Ben, sum tó ikki visti um nakað sum helst, skuldi jú livað. Han fekk hvørki løn ella annað frá Nordin, so hann mátti fáa hjálp frá familju, vinum og kenningum, fyri bara at klára tað mest neyðuga.
Hann skyldar nógvar pening, og er tí fullkomiliga runt á gólvinum.
Men tá Nordin sær, at Ben fær hjálp frá øðrum, er hann knappliga bangin fyri, at missa drongin úr sínum valdi, og bjóðar honum nú aftur inn í hitan.
Fyri at prógva hetta, setir hann seg aftur at skriva til løgguna, sum hesaferð fær at vita, at tey skulu síggja burtur frá fyrra skrivinum, tí tað hann nú skrivaði var sannleikin. Ben skuldi arbeiða hjá honum.
Men løgreglan lat sær ikki hetta lynda, tí upplýst var fyri teimum, at Ben hevði ikki havt arbeiði í eitt ár, og tá er heldur ikki grundarlag undir arbeiðs- og uppihaldsloyvinum í Føroyum.
Ben fór til avhoyringar hjá útlendingapolitinum, men var strangliga biðin av Nordin, at lúgva og standa fast uppá, at hann hevði ikki arbeitt í 18 mánaðir.
Gjørdi Ben ikki hetta, so bleiv hann blakaður út úr landinum, segði Nordin. Ben váttar fyri Oyggjatíðindum, at Nordin bað hann lúgva, og segði, at hetta var einasti møguleiki fyri, at hann kundi vera í Føroyum.
Tveir politistar stóðu fyri avhoyringini. Hetta helt ikki Nordin frá, at minna systursonin á lygnina.
Hann gjørdi tað bara á arabiskum, so politistarnir ikki skilti hvat sagt varð.
Eftir hetta koyrir karrosellin. Politiið, Innlendismálaráðið og Útlendingastýrið, hava fingið at vita, at Ben hevur ikki arbeitt í Føroyum, og tí er heldur ikki grundarlag fyri at hann skal verða verandi í landinum.
Hann er nú útivístur, men hann hevur fingið fría prosess, at fara eftir pengunum, Nordin skyldar honum, slagar 400 túsund krónur, sum kann lesast meira um á næstu síðu.
Nordin vil bara av við Ben, tí so heldur hann, at hann eisini sleppur av við skuldina, men so væl spælir klaverið nú heldur ikki.
Ben arbeiðir hart uppá at sleppa at vera í Føroyum.
Hann hevur fingið nýggjan arbeiðsgevara, og vit vita, at hann saman við sakførara sínum Jógvan E. Winther Poulsen, hevur verið í Innlendismálaráðnum og greitt frá, hvussu Nordin tvingaði hann at lúgva fyri løgregluni. Vónin er, at hesar umstøður fara at viga tungt, tá kæran um at verða koyrdur úr landinum, skal viðgerast.
Ben letur ongan iva vera um, at hann føldi seg, sum træl hjá Nordin og Marco Polo.
Vit fara seinni at viðgera hetta mál nærrri.