Eg stuðli Poul Michelsen, landsstýrismanni í Uttanríkis- og Vinnumálum
Eg eri sambandsmaður, og eg stuðli Poul Michelsen, landsstýrismanni í Uttanríkis- og Vinnumálum, í tí avtaluni, sum hann hevur gjørt í Útnorðurráðnum
Tað skal ongin danskur uttanríkisráðharri ógilda eina avtalu, sum landstýrismaðurin hevur gjørt við Ísland og Grønland. Talan er um eina politiska yvirlýsing, har samstarvið verður skipað millum londini - ein púra ófarlig yvirlýsing ella avtala.
Máti skal verða við undirbráttligheit - um vit góðtaka sovorðna framferð.
Men eg haldi, at landsstýrismaðurin skuldi tiki lut á ráðstevnuni í Keypmannahavn og ført fram okkara sjónarmið og fylgt við í tí, sum fer fram altjóða, herundir í Arktis.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin