Eftirlýsing: Hvar eru politisku lyftini hjá Anniku Olsen og Kristinu Háfoss

Báðir politisku leiðararnir fyri samráðingarnar vilja ikki úttala seg til miðlarnir um hví semja ikki kann fáast við Føroya Pedagogfelag. 

Politisku grundgevingarnar fyri hví limirnir hjá Pedagogfelagnum ikki skulu fáa líka løn fyri líka útbúgving eru ikki til.

Og tí tora tær ikki tosa við miðlarnar um tað. 

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sleingja um seg við grundgevingum um hvussu dýrt tað verður fyri samfelagið. 

Veruleikin er bara tann, at talan er um eitt láglønt kvinnufak, sum einans krevur sín rætt at verða lyft upp á slætt. 

Og talan er um ein brøkpartskostna – ella piparnøtur – av teimum risa íløgunum, sum gjørdar verða her á landi í hesum døgum.

Vísið kvinnumót og standið við tykkara politisku lyfti givin til Føroya størsta starvsbólk!

Føroya Pedagogfelag