Eftirlønarútgjaldið í 2020 er 5.740 kr

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin
 
Tíðindaskriv

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 2,7% frá 1. januar 2020, soleiðis at eftirlønin fer frá 5.590 kr. um mánaðin til 5.740 um mánaðin í 2020. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 68.880 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2020.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.

Í 2018 vóru útgoldnar 449 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2019 er mett til 546 mió. kr. og til 573 mió. kr. í 2020