Eftir Brexit: Føroyar og Bretland vilja styrkja samstarvið

VITJAN: Eg vóni, at vit fara undir eitt tætt og vælskipað samstarv millum londini komandi árini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Føroyar og Bretland vilja styrkja samstarvið landanna millum, nú bretar hava í hyggju at fara úr Evropasamveldinum. Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum millum løgmann og Michael Gove, bretska fiskivinnu- og matvøruráðharran, í Tinganesi fyrrapartin.

Á fundinum varð tosað um framtíðar strandarlandasamráðingar, framtíðar fiskivinnusamstarv og framtíðar handilssamstarv millum Føroyar og Bretland

- Brexit er ein av okkara størstu uttanríkispolitisku avbjóðingum júst nú. Við Brexit kunnu vit vænta fleiri broytingar í handils- og fiskivinnu, ið eru hornasteinar í føroyskum uttanríkispolitikki. Bretski marknaðurin er millum størstu útflutningsmarknaðirnar hjá okkum. 

Tí er tað avgerandi, at vit leggja nógv fyri at styrkja okkara viðurskifti við Bretland. Mín greiða fatan, eftir at hava tosað við bretska ráðharran, er, at eisini vit hava týdning fyri Bretland. Eg vóni, at vit fara undir eitt tætt og vælskipað samstarv millum londini komandi árini, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Á fundinum nýtti bretski fiskivinnu- og matvøruráðharrin høvið at bjóða løgmanni á vitjan í Bretlandi. Løgmaður takkaði fyri og vísti hesum møguleika stóran áhuga.