Edward Fuglø – opið atelier tunnilsdagin og sunnudagin

Um vikuskiftið verður áhugaverda atelier’ið hjá Edward Fuglø í Klaksvík opið fyri almenninginum, leygardagin frá kl. 10 til 20 og sunnudagin frá kl. 14 til 18.


Í vikuskiftinum 10. -11. desember verður atelierið hjá Edward Fuglø opið fyri almenninginum, og fólk eru vælkomin forbí. Leygardagin er opið frá kl. 10 - 20 og sunnudagin frá kl. 14 -18.


Leygardagin kl. 15 verður listasamrøða við Nils Ohrt


Í hesum sambandi verður eitt serligt tiltak í atelierinum hjá Edwardi leygardagin kl. 15.00.


Skráin fyri hesa løtuna er, at fyrst bjóðar Gunvá við Keldu, borgarstjóri, vælkomin, og síðan spæla limir í Klaksvíkar Hornorkestri nøkur jólaløg.


Síðani verður ein sokallað listasamrøða ímillum Edward Fuglø, listamann, og stjóran á Listasavni Føroya, Nils Ohrt, sum er útbúgvin cand.mag. í listasøgu.


Her verða ymisk verk eftir Edward Fuglø víst á uppvørpu, og verða verkini lýst við samrøðu ímillum teir báðar.


Fólk fáa eisini høvi at seta spurningar. Samrøðan er áleið 45 minuttir til longdar.


Umleið 20 málningar verða at síggja í atelierinum, sum er á Jústabrekku 2, í Klaksvík.


Kelda: www.klaksvik.fo