Edva spyr um vistarhaldsstudningin frá Studna

Tað kann ikki bera til, at vistarhaldsstudningurin fellur burtur hjá teimum, sum t.d. eru úr Klaksvík og ganga í skúla í Tórshavn ella øvut, mitt í einum skúlaári nú Eysturoyartunnilin er latin upp … tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

Á tingfundinum mikudagin 10. februar, fer løgtingskvinnan úr Fuglafirði at seta Jenis av Rana ein munnligan fyrispurning um hesi viðurskifti.

Edva vil hava at vita um møguleiki er at broyta reglurnar, so næmingar sum eitt nú eru úr Klaksvík og aðra staðni og ganga i skúla í Tórshavn ella øvut kunnu varðveita vistarhaldsstuðulin frá Studna, sjálvt um Eysturoyartunnilin er komin.

Eisini vil hon hava at vita um hettar kann broytast skjótt, so tað ikki rakar næmingar mitt í einum skúlaári. 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Edva, at orsøkin til, at hesin spurningur verður settur til landsstýrismannin, er, at persónar, sum hava fingið vistarhaldsstuðul, tí avstandurin millum heim og skúla er omanfyri 50 km, hava fingið boð frá Studna fyrst í januar, at eingin stuðul verður veittur meira. Hetta er grundað á, at Eysturoyratunnilin er komin og harvið er farleiðin farin niður um 50 km.

Tá ein koyrir úr Klaksvík til Tórshavn ella øvut við bussi og bussurin fer upp á Strondum, tá er fjarstøðan omanfyri 50 km.

Nøkur, sum tað gongur út yvir, eru yngir enn 18 ár og hesi fáa tí ongan studning at gjalda næmingaheimið við, um tey missa vistarhaldsstudningin.

Hetta kann gera tað ov kostnaðarmikið at búgva á næmingaheimi. 

Ein avleiðing vil vera, at næmingar noyðast at gevast mitt í teirra lesnaði.

Sambandsflokkurin