Edva Jacobsen spyr um serlækna í neurologi

Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum mikudagin 12. februar, at seta Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um serlækna í neurologi

Løgtingskvinnan spyr fylgjandi:
1.    Hvussu sær út við at fáa serlækna settan innan neurologi?
2.    Nær kann roknast við, at starvsfólkatalið á neurologiska ambulatoriinum verður økt, 
       so bíðitíðin at koma til kanningar kann minka?
3.    Er møguleiki fyri at fáa avtalu við annað sjúkrahús í Danmark, so bíðitíðin kann gerast styttri? 

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna, at í løtuni er ongin virkandi serlækni við adressu í Føroyum innan neurologiska økið. Tann einasti virkandi, sum var, er júst givin.

Hetta er grundað á ósemju við Heilsutrygd, vegna eina kunngerð frá 2018, sum táverandi landsstýriskvinna lýsti, sum ger, at bara privatpraktiserandi læknar í plastikkirurgi kunnu fáa endurgjald, og ikki privatpraktiserandi læknar í neurologi, av tí hettar er ein serlæknagrein í sjúkrahúsverkinum. 
Avbjóðingin er bara, at eingin serlækni virkar fast í Føroyum, bara serlæknar, sum koma aðra staðnis frá umleið 18 dagar um árið. 

At enda sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna, í sínum viðmerkingum, at sambært forkvinnuni í Parkinsonfelagnum, so kann bíðitíðin at koma til kanningar hjá neurologi verða millum seks og tíggju mánaðir.

Hetta verður ein ótolandi støða hjá teimum sjúklingum, sum hava brúk fyri neurologiskari kanning og viðgerð. Tí verður hesin fyrispurningur settur. 

Sambandsflokkurin