Edmund spyr um Sendistovu Føroya í Keypmannahavn

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 24. oktober at seta ein munnligan fyrispurning til Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkismálum um Sendistovu Føroya í Keypmannahavn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1. Nær ætlar landsstýrismaðurin, at viðurskiftini við sendimanninum í Keypmannahavn 
    skulu koma í rættlag aftur?


Viðmerkingar
Soleiðis sum bæði fólk í Føroyum og útisetar í Keypmannahavn uppliva tað, hevur ongin sendimaður virkað í alt ov langa tíð.

Umframt at vera sendimaður Føroya og longdi armur landsstýrisins, so var sendimaðurin eisini fastur gestur ella umboð til øll føroysk tiltøk og annað, sum hevði føroyskan áhuga. 

Nú er sendimaðurin ikki at síggja longur og tí er ongin føroysk umboðan.

Útisetar, sum eru í hópatali, hava við hesum mist týdningamesta sambandið við almennu Føroyar, sum umboðandi organ fyri landið og at venda sær til.

Fólk standa spyrjandi. 

Eitt er, at ólag kemur á í stutt tíðaskeið, so rættast tingini vanliga aftur, men her sær út sum onki er hent og onki skal henda. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin