DUPULTSPÆL Á CHRISTIANSBORG

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Dagsins orðaskifti í Fólkatinginum vísir, at Sjúrður Skaale man hava rátt donsku stjórnini til at ganga ímóti ynski Landsstýrisins um at prístalsviðgera Ríkisveitingina eftir ætlaða leistinum.


Les dagsins røðu hjá Edmundi Joensen í Fólkatinginum:


"Týðandi at stjórnin lurtar"


http://www.edmundjoensen.fo/Default.aspx?ID=7&M=News&PID=27&NewsID=219


Tað kann gerast ein trupul uppgáva hjá Landsstýrinum at fáa donsku stjórnina at ganga á møti ynskinum um eina prístalsviðgerð av Ríkisveitingini eftir tí leisti, sum Landsstýrið ynskir.


Hetta er greitt eftir 1. viðgerð av uppskotinum um Ríkisveiting fyri 2012 í Fólkatinginum í dag.


Orðaskiftið vísti rímiliga greitt, at fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum man hava rátt donsku stjórnini til at ganga beint ímóti ynskinum hjá Landsstýrinum. Hetta er álvarsligt.


Sjúrður Skaale hevur aftur og aftur sagt seg vera avgerandi atkvøðan undir donsku stjórnini, og tí má hugsast, at hann hevur tilsvarandi ávirkan á stjórnina.


Hóast fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum skrivliga í einari prinsipp-fráboðan hevur bundið seg til at stuðlað politikkinum hjá Landsstýrinum, so sigur hann samstundis í Fólkatinginum, at ein prístalsviðgerð av Ríkisveitingini er ábyrgdarleys og gongur út yvir føroyska stoltleikan. Hetta er dupultspæl og eitt klokkuklárt lyftisbrot. Eisini minnir hetta nógv um sjónarmiðini hjá Tjóðveldi.


Um so er, at komandi samrøðurnar millum Landsstýrið og stjórnina í Keypmannahavn vísa seg at gerast truplar og møguliga enda við einum negativum úrsliti fyri Føroyar, so mugu Sjúrður Skaale og tey, ið hann umboðar, átaka sær ábyrgdina av skerjingum og væntandi fígging til vælferð í Føroyum í 2012.


Føroyar hava brúk fyri øllum inntøkum.


Les dagsins røðu hjá Edmundi Joensen í Fólkatinginum:


"Týðandi at stjórnin lurtar"


http://www.edmundjoensen.fo/Default.aspx?ID=7&M=News&PID=27&NewsID=219