Dupultskattaavtala og samstarv við Grønlendska fíggjarmálaráðið

Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharri hevur júst verið á arbeiðsvitjan í Grønlandi at hitta starvsbróður sín Vittus Qujaukitsoq.


Fremsta málið við ferðini var at fáa í lag broytingar í verandi dupultskattaavtalu við Grønland. Tosað varð millum annað um skatting av persónum og fyritøkum.


Fíggjarmálaráðið metir, at verandi avtala ger, at føroyskar fyritøkur í Grønlandi ikki fáa kappast á jøvnum føti við fyritøkur úr øðrum londum, serliga úr Danmark, Noregi og Íslandi.


Á fundinum vórðu eisini umrøddir møguleikar fyri samstarvi á skattaøkinum annars og á búskaparskipanarøkinum.


Grønlendingar sýndu áhuga fyri føroysku skipanunum hjá Taks og Gjaldstovuni. Avtalað er, at grønlendski fíggjarmálaráðharrin kemur á arbeiðsvitjan í januar fyri at halda fram við tingingum um dupultskattaavtaluna og samstarv annars á felagsøkjum.


Í tíðarskeiðinum verður arbeitt á embætisstigi at fyrireika samstarvið.