Droppið koronupass

Tað er eitt ótal av koronuserfrøðingum í Føroyum. Onkrir universitetslærdir og aðrir sjálvlærdir.

Við hesum í huga vil eg traðka varliga, tí eg eri ikki úbúgvin lækni. Men eg havi tó nakrar politiskar meiningar um støðuna, ið eg sum politikari haldi tað er rætt at leggja á borðið.
 
Koronupass - allarhelst til onga nyttu
Koronupassið hevur møguliga eggja nøkrum fólki at vaccinera seg. Tað er í sær sjálvum fínt, men eg haldi ikki tað er vert at skerja frælsi hjá fólki, og samstundis at leggja eina eftirlitsmentan niður á okkara fólk, sum ongin okkara dámar.

Flestu matstovurnar fylgja ikki kravinum um koronupass - helst tí, at starvsfólkini ikki tíma hesa uppgávuna.

Eisini er tað ivasamt, hvussu nyttugt koronupassið er.

Triðja argumentið ímóti er, at tað kostar sera nógvar pengar fyri landskassan, um alt ov nógv fólk skulu testa seg annan hvønn dag, uttan symptomir og uttan at hava verið í samband við nakran sjúkan.

Testa fleiri fólk heima
Heimatestirnar eru meira enn 99% eftirfarandi.

Eg vil mæla til, at vit gera hesar nógv bíligari og atkomiligari, t.d. við, at apotekið kundi selt tær MVG fríar og uttan yvirskot. Hví ikki selja testir á Apotekinum fyri t.d. 20 kr. pr. stk.?

Hetta hevði havt við sær, at nógv færri fólk høvdu testað seg á Landssjúkrahúsinum, sum vit í løtuni gjalda meira enn 300 kr. fyri pr. test. Tað hevði spart borgarunum nógva tíð og mann hevði fingið svarini beinanvegin. Í løtuni ganga fólk og bíða ein heilan dag eftir svari - tí tey kanska kunnu smitta onnur og tí mann kanska ikki kann fara til arbeiðis.

Test við markið
Eg eri sannførdur um, at tað var ein stórur brølari av Farsóttarnevndini at steðga testing við markið.

So leingi vit testa við markið, megnað vit rættuliga væl at halda koronu úti av samfelagnum - og tá nakrir fáir sjúkutilburðir komu inn í landi, megnaðu vit eisini væl at steðga tí aftur.

Nú testa vit bara tey óvaccineraðu, svarandi til umleið 10% av ferðafólkunum - vitandi um, at nógv vaccinerað fólk kunnu bera smittuna við sær.

Eg vil mæla til, at vit fara aftur til at testa øll við markið í eina tíð afturat, t.d. til nýggi heilivágurin frá Pfizer er tøkur, nevndur Paxlovid - ein kapsil ella tablett, sum minkar um møguleikarnar við 89% fyri at enda á sjúkrahúsi ella doyggja av koronuvirus.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin