DRENA OG GEORGE VERWER 80 ÁR - javnaldrar fysiskt og andaliga

Í summar kundu hjúnini og grundleggjararnir av trúboðarafelagsskapinum Operation Mobilisation (OM) Drena og George Verwer feira síni 80 ár ávíkavist 02. juni og 03. juli. 

Kristiliga Tíðindtænastan                    
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
SKRIVAÐ: pjd 01.08.18

George Verwer er kendur av hundraðtals føroyingum, sum hava verið við OM annaðhvørt á landi ella við einum av teirra skipum, har ímillum Logos Hope, sum er gamla Norrøna.

George er føddur í 1938. George var ein villur ungdómur, sum ynskti at fáa sum mest av stuttleika burtur úr lívinum. Hann hevði verið leingi á bønarlistanum hjá eini eldri konu í USA. Eitt kvøldi á einum stórmøti hjá Billy Graham í Madison Square Garden í New York, gjørdist kalli til umvending ov sterkt hjá George, og á hesum møti játtaði hann trúgv á Jesus Kristus bert 16 ára gamal.

LÍVSKÓS
George Verwer var 19 ára gamal, tá hann fór til Mexico at deila út bíbliur og annan kristiligan lesna í 1957. Túrurin til Mexico gav George íblástur til at endurtaka túrin fylgjandi tvey árini, og í 1960 fór hann yvir hav til Spania at býta út kristiligan lesna. 

Vitjanin í Spania lat eyguni upp hjá George og samverkamonnum hansara fyri stóra andaliga tørvinum á evangelisering í Europa, og longu trý ár seinni, í 1963, vóru tað uml. 2000 ungdómar, sum vóru við í evangelisering ymsastaðni í Europa, undir leiðslu av George Verwer og samverkamonnum hansara. 

Tað var um hetta mundi, at George ynskti at broyta navnið á felagsskapinum  til Operation Mobilisation, sum av sonnum hevur verið ein íblásandi lopfjøl hjá hundratals føroyingum, seinastu 55 árini, at gerast virknir í Guds verki.  

George Verwer vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni í apríl í 2015, har hann í tríggjar dagar talaði fyri fullsettari høll í Klaksvík. 

STILL GOING STRONG
George og Drena hava sín fasta bústað í Bromley í London, har tey hava búð í  mong ár. George er framvegis fúsur til verka, og arbeiðskalendarin hjá Drenu og George er eins fullur  á 80 ára degi teirra, sum hann var fyri 48 árum síðani, tá tey skrivaðu undir tað fyrsta skipakeypi hjá Operation Mobilisation, sum fekk navnið Logos, og sum vitjaði í Føroyum í 1983.  

80 ÁRA DAGURIN
Sum áður sagt í Kristiligu Tíðindasendingini so var tað í summar, at  George og kona hansara Drena rundaðu tey áttati. Tey eru javngomul andaliga og fysiskt, tá bæði eru fødd í 1938 og eru fødd av nýggjum í 1955. Tað var leygardagin 02 juni, at Drena rundaði tey áttati, og 80 ára dagurin hjá George var týsdagin 03 juli. 

Tey vóru næmingar á Moody Bible Institut í Chicago, har tey møttust á fyrsta sinni, og giftust í januar mánaða í 1960. Drena og George hava sostatt verið gift í 58 ár. Tey fingu trý børn - tveir dreingir og eina gentu, og barnabørnini eru nøkur í tali. 

ORIGINALURIN
Onkur hevur sagt tað soleiðis, at var tað ikki vegna originalarnar ímillum okkum, so var evangeliið ongan veg komið – og tað er nakað um tað!

George Verwer, sum væl og virðiliga hevur kvalifiserað seg sum original, valdi at feira teirra 80 ára dag á ein ógvuliga originalan og óvanligan hátt, nevniliga at vitja diverse tokstøðir líka frá Brighton í Suður Onglandi til Glasgow í Skotlandi, og har ímillum eisini í Týsklandi og Frankaríki. Hetta gjørdi hann eftir at hava lagt eina neyva vitjunarætlan á ikki færri enn 20 tokterminalum, sum hevur verið allan juli mánaða og verður eina viku inn í august. Talan hevur verið um 7 tokstøðir í London, eina í Stuttgart í Týsklandi fríggjadagin 06. juli, og eina í norðara parti av París týsdagin 24. juli. 

George sigur í tíðndaskrivi, at hann kemur at sita á eini kafé inni á viðkomandi tokterminali, har øll eru vælkomin at heilsa upp á hann. Tað er eingin skrá av nøkrum slag, men hann vónar at síggja fyrrverandi og núverandi luttakarar við OM, og annars vinir, kenningar og fremmandafólk. Øll, sum koma framvið, fáa eitt ókeypis eintak av dokumentarfilminum um hansara lív George for Real, ella nýggja filmin um trúboðaran C.T.Studd, og ein Jesus-film. 

George sigur, at tað er ikki stressandi fyri seg at feira 80 ára dagin á henda hátt, tí tað at ferðast við toki hevur verið ein berandi partur í hansara lívi seinastu 55 árini, tá hann hevur ferðast meira enn 2 milliónir kilometrar á Bretska tokkervinum. George sigur víðari, at kona hansara, Drena, kann tíverri ikki vera við orsaka av heilsutrupuleikum. 

Í dag, mikudag 01. august, verður George at hitta á altjóða tokstøðini St.Pancras í London millum kl.10:30 í morgun og kl.19:00 í kvøld, og í morgin vitjar hann á Liverpool Street tokterminali í London, Leygardagin í Newcastle og til seinast, mánadagin 06. august, verður George at hitta á Liverpool Lime Station í Liverpool, sum verður hansara seinasta vitjan, og tá hevur George hildið teirra 80 ára dag í 20 dagar á 20 ymiskum tokterminalum. 

FØROYINGAR VÆLKOMNIR: Um føroyingar, sum eru í summarfrí í Bretlandi í hesum døgum, eru í nærumhvørvinum, so eru teir hjartaliga vælkomnir at leita upp George og heilsa upp á hann. Klokkutíðirnar eru tær somu sum áður nevndar. Tað ber eisini til at ringja til George, um so er, at man ikki finnur hann. Hann svarar á telefon: 07860 426426 ella T-post: G.V@om.org Man kann eisini senda honum eini SMS-boð. 

FØÐINGARDAGSGÁVA: George sigur í tíðindaskrivinum, at hann tekur ikki ímóti persónligum føðingardagsgávum, men um ein ynskir at geva eina gávu, er hon kærkomin og fer m.a. til bíbliur á Afrikonskum tungumálum.

Kristiliga Tíðindasendingin ynskir Drenu og George Verwer hjartaliga til lukku við 80 ára døgunum, og at tey fáa fleiri góð ár afturat við góðari heilsu í Guds verki!