Dreingjamøti

Í juni 2011 varð aftur kallað til fund í KFUM - dreingjafund, og um 120 fólk komu á fund.


Jóhannes Álvheygg vitjaði aftur á klettarnar, og nógvir, sum høvdu verið a dreingjafundi í KFUM, leitaðu sær aftur niðan, oman ella yvir í KFUM at hitta hann aftur og takka honum fyri stóru tænastuna í KFUM, Bláa Krossi og í Havnar Kirkju gjøgnum árini.


Tað gjørdist eitt sera gott kvøld, har vit m.a. sungu Jesus besta navnið er og hoyrdu Álvheygg greiða frá ymsum hendingum á leiðini - við somu eyðkendu røddini. Hetta kvøldið tók Erlendur Simonsen nakrar stuttar videofilmar, sum liggja á YouTube undir "Álvheygg". Eg tók eisini nakrar myndir, sum nú eru skipaðar í eina røð saman við m.ø. nøkrum myndum frá minibýnum/pinkubygdini.


Tú kanst fáa hetta webalbummið við at skriva til mína teldupostadressu:


arni@helmsdal.dk


Árni Helmsdal